Bónus-kappingi, kvinnur – Bólkur 2:
Hjá Fleyr og TB stendur á gomlum nøglum í hesum døgum, tí sunnudagin møtast tey bæði í avgerandi dysti fyri, hvør teirra vinnur seg í hálvfinaluna í steypakappingini.
Tó er eisini matematiskur møguleiki fyri, at hvørgin teirra sleppur í hálvfinaluna, men at KÍF ístaðin spleysar tey bæði av. Tað hendir, um KÍF vinnur 3-0 á oddaliðnum Drátti, og um Fleyr vinnur 3-2 á TB. Tá høvdu øll hesi trý havt 4 stig, men KÍF settmunin 0, Fleyr settmun -1 og TB settmun -2.
Hendir tað ikki, so verður tað vinnarin av dystinum millum Fleyr og TB, sum fer í hálvfinaluna saman við Drátti. Vit kunnu kalla tað eina finalu um at koma í hálvfinaluna.
Sunnudagin 28. jan. kl. 16:00: Dráttur – KÍF
Sunnudagin 28. jan. kl. 16:00: Fleyr – TB
Støðan í bólki 2:
Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
Dráttur | 2 | 6 | 6 |
TB | 2 | -1 | 3 |
Fleyr | 2 | -2 | 2 |
KÍF | 2 | -3 | 1 |
Hálvfinalurnar í Bónus-kappingini verða spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardagin 10. februar. Steypafinalan verður í høllini á Hálsi leygardagin 24. februar.
Facebook viðmerkingar