Bygdaleiðir givnar at koyra í Suðuroynni – koyra aftur tórsdagin

Veðrið darvar samferðsluni kring landið. Smyril sigldi av Havnini til Suðuroyar tíðliga í morgun og siglur ikki meiri í dag; og bygdaleiðir í Suðuroynni eru nú eisini givnar fyri dagin orsaka av veðrinum.

SSL boðar eisini frá, at veðrið darvar Bygdaleiðum í morgin, ónsdagin 31. januar, og ongin koyring verður á Bygdaleiðum kring landið í morgin. Um viðrar, so verður koyrt sambært ferðaætlan tórsdagin 1. februar.

Facebook viðmerkingar