Yvirlit yvir fiskirættindini í fiskivinnuni

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og Vørn hava gjørt eitt yvirlit yvir fiskirættindini hjá føroyskum fiskiførum í 2023. Yvirlitið er bygt upp í trimum stigum:

  1. Bólkar. Hvussu eru fiskirættindini í kunngerð skipað í bólkar, tað merkir kvotu- og fiskidagabólkar ella annað slag av bólkum.
  2. Feløg. Hvørji feløg høvdu rætt til fiskirættindi í einstøku bólkunum.
  3. Skip og bátar. At hvørjum skipum ella bátum hava feløgini knýtt rættindini.

Umframt nevndu upplýsingar fevnir yvirlitið eisini um samandráttir yvir, hvussu nógv av ymsu rættindunum hoyra til feløg og samtøk. Yvirlitið fevnir eisini um veiðiloyvi og tilsagnir um veiðiloyvi.

Endamálið við hesum yvirliti, og yvirlitinum yvir ognarviðurskifti í fiskivinnuni, sum var almannakunngjørt í desember, er at tryggja gjøgnumskygni um, hvør eigur fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu fiskirættindini eru skipað og býtt.

Dennis Holm, landsstýrismaður, fegnast um, at hesi yvirlit nú eru komin á mál og sigur: “Við tað, at ein avmarkaður skari av fiskiførum hevur brúksrættindini til okkara felags tilfeingi til láns, so er tað eisini av almennum áhuga, at borgarar og onnur á ein einfaldan hátt kunnu fáa yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska flotanum, og hvussu fiskirættindini eru skipað og býtt.”

Bæði yvirlitini “Fiskirættindi” og “Ognaryvirlit” liggja á heimasíðuni hjá Vørn www.vorn.fo undir snarleiðir.

Facebook viðmerkingar