Listi E í Vági hevði fyrsta uppstillingarfund í Stóra Pakkhús í Vági í dag. Fundurin var góður, og nógv mál og viðurskiftir vóru umrødd.
Niðurstøðan á fundinum var greið; Okur ynskja at Vágs kommuna arbeiðir við veruligum málum komandi árini borgarum í kommununi at frama.
Tørvurin á eldraíbúðum
Tey komandi árini veksur talið av pensjónistum skjótt í Føroyum, tað vísir gongdin í fólkatalinum. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri gongdina í fólkatalinum í Suðuroynni og í Vágs kommunu, har talið av fólki, sum eru komin til árs, veksur skjótt.
Tørvur er á eldraíbúðum, soleiðis at tey eldru hava møguleika at flyta úr egnum sethúsum í eina eldraíbúð, har góð tænastutilboð eisini eru skipaði. Tí arbeiða okur við einum uppskoti, ið verður lagt fyri Vágs býráð um stutta tíð.
Ítróttarøkið á Eiðinum
Okur á lista E hava ferð aftaná ferð roynt at fáa meiriluta fyri at seta upp vallarljós á Eiðinum og leggja eina langtíðar ætlan fyri at dagføra ítróttarøkið á Eiðinum. Enn hevur hetta onga vælvild fingið frá býráðsmeirilutanum.
Okur halda at F.C. Suðuroy hevur uppiborið meira og tí fara okur ikki at gevast fyrr enn vallarljósini eru sett upp, og fara okur eisini at leggja fyri Vágs Býráð uppskot um at fara undir langtíðarætlan um dagføring av ítróttarøkinum á Eiðinum.
Á fundinum í dag vóru eisini fleiri onnur mál umrødd og fara okur komandi tíðina at greiða frá teimum.
Listi E
Facebook viðmerkingar