Vinnuhúsið: Almenni bygnaðurin endurspeglar ikki stóru broytingarnar í okkara undirstøðukervi, sum hevur havt við sær, at landið er knýtt tættari og tættari saman, heldur Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni
Hví er almenni bygnaðurin skipaður, sum hann er? Og er tað skynsamt og gagnligt fyri føroyska arbeiðsmarknaðin, at kommunur, fólkaskúlar og almennir stovnar eru so nógv í tali? Hesar spurningar setti Durita Tausen, varastjóra á Gjaldstovuni, í framløgu síni á tiltakinum ”Haldførið – hvat nú”, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag skipaði fyri í farnu viku.
Almenni bygnaðurin spjaddur
Varastjórin á Gjaldstovuni vísti við hagtølum á, at almenni bygnaðurin ikki endurspeglar stóru broytingarnar í okkara undirstøðukervi, sum hevur havt við sær, at landið er knýtt tættari og tættari saman.
Hon nevndi millum annað:
- Annar hvør fólkaskúli í Føroyum hevur færri enn 10 ársverk
- Fjórði hvør almenni stovnur hevur færri enn 10 ársverk
- Í fjórðu hvørjari kommunu búgva 155 fólk ella færri
- 34 sáttmálar eru á almenna arbeiðsmarknaðinum – 24 teirra telja 130 ella færri ársverk
Størri og færri eindir
Durita Tausen reisti spurningin, um tað er nakar, sum kannar almenna bygnaðin? Ein avbjóðing, sum mongu og smáu eindirnar hava við sær, er at fleiri kommunur, fólkaskúlar og almennir stovnar mugu brúka lutfalsliga stóra orku til onnur viðurskifti enn sína høvuðsuppgávu, sum í stóran mun er at veita borgaranum røttu tænastuna.
Varastjórin á Gjaldstovuni heldur, at høvdu vit savnað kommunur, fólkaskúlar og almennar stovnar í størri eindir, hevði tað óivað verið lættari at gagnnýtt starvsfólkini rætt. Ikki minst í eini tíð, har stórur tørvur er á starvsfólkum, bæði hjá tí almenna og tí privata.
Facebook viðmerkingar