Kappingin í ár er skipað sum bæði EM og HM, og í dag hava føroysku rógvararnir kappast á 500 m.
Símum Tórur róði í bólkinum 19-20. Símun Tórur, sum hevur kappast netborðið, legði hart út við góðum starti. Símun Tórur róði seg í harðari kapping til eitt flott 9. pláss.
Zoe róði í bólkinum 21-22 lættvekt. Kappingin var hørð í startinum, men Zoe róði ein sannførandi róður og lat ongan iva vera um, at hon fór at vinna kappingina.
Vár róði í bólkinum 21-22. Kappingin var hørð í startinum, men Vár leyp frá kappingarneytunum og økti um frástøðuna. Vár kom fyrst um málstrikuna og setti samstundis persónligt met.
Sarita róði í lættvektsbólkinum 23-39 ár, sum er opin bólkur. Við einum góðum starti legði Sarita seg á odda longu frá byrjan og lá á odda gjøgnum allan róðurin, til hon kom fyrst á mál.
Sára Maria og Kristina róðu í bólkinum 23-39 ár, sum er opin bólkur. Sára Maria og Kristina fingu báðar ein góðan start og vóru lóðu leingi frammi í oddunum. Sára Maria kom um málstrikuna sum nr. 2, og Kristina róði seg í harðari kapping til eitt flott 5. pláss. Báðar settu persónlig met.
M19-20 Símun Tórur Joen-Jacobsen (Virtuelt) 1:21.0 nr. 9
LW21-22 1 Zoe E. Dickson 1:39.6 nr. 1
W21-22 Vár Guriardóttir Hansen 1:29.4 nr. 1
LW23-39 Sarita Kristina Hansen 1:38.5 nr. 1
W23-395 Kristina Roest 1:34.4 nr. 5
W23-392 Sára Maria Johansen 1:32.2 nr. 2
Í morgin, leygardagin rógva kvinnurnar 2000 metrar. Tann fyrsta byrjar kl. 13.06
Fylg við á heimasíðuni rsf.fo og á sosialum miðlum hjá Róðrarsambandinum.
Fylg eisini beinleiðis við á worldrowing.com
Róðrarsamband Føroya
Facebook viðmerkingar