Dennis Holm hevur vitjað grønlendska starvsbróðurin Kim Kielsen

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur hesa vikuna vitjað grønlendska starvsbróðurin Kim Kielsen. Eisini varð vitjað á grønlendsku fiskirannsóknarstovuni, Naturinstituttet og fiskiveiðieftirlitinum, GFLK.

Ráðharrarnir eru samdir um týdningin av góðum og støðugum viðurskiftum ímillum Føroyar og Grønland og fegnaðust um, at sínámillum fiskiveiðiavtalan er ment munandi seinnu árini. Sum fiskiveiðitjóðir við smáum búskapum hava londini nógv til felags, og kunnu læra av avbjóðingum og møguleikum hjá hvørjum øðrum. Fyri at tryggja áhaldandi menning av samstarvinum varð avtalað at fara undir at dagføra karmsáttmálan fyri sínámillum fiskiveiði frá 1997.

Á fundinum greiddi Kim Kielsen eisini frá fiskivinnunýskipanini, sum Naalakkersuisut, grønlendska landsstýrið, fer at leggja fyri Inatsisartut, grønlendska tingið, í vár. Somuleiðis greiddi Dennis Holm frá ætlanunum hjá landsstýrinum innan fiskiveiðiøkið.

Dennis Holm, landsstýrismaður, fegnast um góðu viðurskiftini við Grønland á fiskiveiðiøkinum: ”Vit høvdu ein góðan fund, og eru samdir um, at bæði londini fáa nógv burturúr einum tøttum samstarvi, sum vit støðugt skulu menna. Tað verður eisini áhugavert at fylgja orðaskiftinum í grønlendska tinginum í vár um nýskipanina av grønlendsku fiskivinnuni, sum fevnir um viðurskifti, ið eisini eru viðkomandi í føroyskum høpi.”

Facebook viðmerkingar