Familjuguðstænsta í Vágs kirkju sunnudagin

Sunnudagin 10. mars er Vágs kirkja karmur um familjuguðstænastu kl. 11.00.

Tað var seinast í februrmánað, at kirkjuráðini í Suðuroynni vóru samlaðið í SALT og umrøddu ymisk evni, og var eitt: børn, ung og barnafamiljur.

Og nú sunnudagin verður eitt tiltak, ið vendir sær móti hesum málbólki, nevniliga familjuguðstænasta við luttøku av konfirmatnum, sunnudagsskúlanum og skótum.

Konfirmantar, sum hesum døgum ganga til, koma at virka við til at lesa inn- og utgangsbøn umframt eisini dagsins evangelii.

Sunnudagsskúlin í Meinigheitshúsinum hevur eina søgu, og stílar fyri nøkrum barnasangum.

Og skótarnir, sum eru á legu hetta vikuskifti og eisini skipa fyri grækarismessuhaldi seinnapartin sunnudagin, luttaka eisini.

Facebook viðmerkingar