Fólkatalið veksur í landinum – minkar í Suðuroynni

Fólkatalið vaks við 450 persónum seinasta árið, og 1. februar búðu 54.569 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,8%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári. Seinastu tvey árini hevur hann verið lakari enn frammanundan. Burðaravlopið hevur verið lutfalsliga lítið, fyrst vegna vøkstur í deyðtalinum og síðani vegna minking í burðartalinum. Nettoflytingin er eisini minkað nakað, bæði vegna minking í tilflytingini og minking í fráflytingini. Samanlagt gevur tað ein lakari fólkavøksturin enn áður, og hetta sæst aftur í myndini niðanfyri, sum vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985. 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 160 og eini nettoflyting á 290 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at fólkavøksturin seinasta árið var minni enn í undanfarna tíðarskeiði. 

feb

Nógvar kommunur vaksa

Hóast fólkavøksturin er minkandi í landinum sum heild, so høvdu 14 av teimum 29 kommununum fólkavøkstur seinasta árið. Størsti vøkstur var í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar og Eysturkommunu. Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, Hoyvík, Klaksvík og í Leirvík. Fólkatalið var óbroytt í tveimum og minkaði í 13 kommunum. Størsta minking var í Hvalbiar kommunu. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. februar 2023 og 2024. 

Fólkatalið í kommunum og bygdum

Fólkatalið í Suðuroynni minkaði við 48 fólkum frá 1. februar 2023 til 1. februar 2024. 1. feb. 2024 búðu tað 4.589 fólk í Suðuroynni.

 februarmunur
 20232024persónar%
Tilsamans54.11954.5694500,8
Fugloyar kommuna4342-1-2,3
– Hattarvík131300,0
– Kirkja3029-1-3,3
Viðareiðis kommuna347342-5-1,4
– Viðareiði347342-5-1,4
Hvannasunds kommuna426423-3-0,7
– Depil75-2-28,6
– Hvannasund24624710,4
– Múli000
– Norðdepil17017000,0
– Norðtoftir31-2-66,7
Klaksvíkar kommuna5.4325.491591,1
– Klaksvík5.0425.102601,2
– Árnafjørður6865-3-4,4
– Norðoyri15715700,0
– Ánirnar5148-3-5,9
– Mikladalur2528312,0
– Trøllanes1816-2-11,1
– Svínoy293126,9
– Húsar353838,6
– Syðradalur, Kalsoy76-1-14,3
Kunoyar kommuna15115321,3
– Haraldssund727200,0
– Kunoy798122,5
Fuglafjarðar kommuna1.6181.632140,9
– Fuglafjørður1.6061.620140,9
– Hellurnar121200,0
Eysturkommuna2.2492.297482,1
– Leirvík1.0151.058434,2
– undir Gøtueiði333639,1
– Gøtugjógv5554-1-1,8
– Skálafjørður, Eysturkommuna45125,0
– Norðragøta651638-13-2,0
– Syðrugøta491506153,1
Nes kommuna1.5081.551432,9
– Nes, Eysturoy37637930,8
– Saltnes1511671610,6
– Toftir9811.005242,4
Runavíkar kommuna4.3254.374491,1
– Oyndarfjørður125120-5-4,0
– Elduvík151500,0
– Funningsfjørður5448-6-11,1
– Æðuvík959611,1
– Glyvrar466484183,9
– Lamba160152-8-5,0
– Rituvík32833792,7
– Runavík573568-5-0,9
– Saltangará1.1471.176292,5
– Skipanes5552-3-5,5
– Søldarfjørður36036220,6
– Lambareiði911222,2
– Skála753768152,0
– Skálafjørður13613821,5
– Funningur4947-2-4,1
Sjóvar kommuna1.1971.207100,8
– Innan Glyvur8886-2-2,3
– Kolbeinagjógv3630-6-16,7
– Morskranes3224-8-25,0
– Selatrað414437,3
– Strendur1.0001.023232,3
Eiðis kommuna808796-12-1,5
– Eiði722713-9-1,2
– Ljósá3634-2-5,6
– Svínáir5049-1-2,0
Sunda kommuna1.8261.825-1-0,1
– Norðskáli332319-13-3,9
– Oyrarbakki16516721,2
– Oyri17217974,1
– Gjógv3129-2-6,5
– Haldórsvík116114-2-1,7
– Langasandur4644-2-4,3
– Tjørnuvík4644-2-4,3
– Saksun111100,0
– Hvalvík253266135,1
– Nesvík000
– Streymnes334325-9-2,7
– Hósvík32032772,2
Tórshavnar kommuna22.99823.2572591,1
– Kollafjørður815812-3-0,4
– Oyrareingir3837-1-2,6
– Signabøur159151-8-5,0
– Argir2.5042.530261,0
– Tórshavn13.94714.1081611,2
– Kaldbak243242-1-0,4
– Kaldbaksbotnur87-1-12,5
– Mjørkadalur000
– Sund1100,0
– Hvítanes10610710,9
– Hoyvík4.5874.666791,7
– Norðradalur9900,0
– Syðradalur, Streymoy68233,3
– Kirkjubøur767933,9
– Velbastaður25626483,1
– Hestur1615-1-6,3
– Koltur000
– Nólsoy227221-6-2,6
Kvívíkar kommuna60260200,0
– Kvívík395393-2-0,5
– Leynar11511721,7
– Skælingur131300,0
– Stykkið353500,0
– Válur444400,0
Vestmanna kommuna1.2721.266-6-0,5
– Vestmanna1.2721.266-6-0,5
Vága kommuna2.1782.199211,0
– Sandavágur1.0131.024111,1
– Miðvágur1.1251.13270,6
– Vatnsoyrar404337,5
Sørvágs kommuna1.2441.240-4-0,3
– Sørvágur1.1421.14860,5
– Bøur7466-8-10,8
– Gásadalur121318,3
– Mykines1613-3-18,8
Skopunar kommuna47247640,8
– Skopun47247640,8
Sands kommuna518530122,3
– Sandur518530122,3
Skálavíkar kommuna133143107,5
– Skálavík133143107,5
Húsavíkar kommuna10210200,0
– Dalur333300,0
– Húsavík595900,0
– Skarvanes101000,0
Skúgvoyar kommuna3332-1-3,0
– Skúgvoy2827-1-3,6
– Stóra Dímun5500,0
Hvalbiar kommuna660635-25-3,8
– Hvalba593570-23-3,9
– Sandvík6765-2-3,0
Tvøroyrar kommuna1.7631.745-18-1,0
– Froðba283272-11-3,9
– Trongisvágur530525-5-0,9
– Tvøroyri86086770,8
– Ørðavík2724-3-11,1
– Ørðavíkslíð6357-6-9,5
Fámjins kommuna7877-1-1,3
– Fámjin7877-1-1,3
Hovs kommuna10410843,8
– Hov10410843,8
Porkeris kommuna330324-6-1,8
– Porkeri330324-6-1,8
Vágs kommuna1.3591.36340,3
– Vágur1.3591.36340,3
Sumbiar kommuna343337-6-1,7
– Lopra7675-1-1,3
– Sumba255250-5-2,0
– Víkarbyrgi000
– Akrar121200,0

Viðm.:Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda:Hagstova Føroya

Facebook viðmerkingar