Í dag kunngera vit fyrsta tónleikanavnið til ársins Mentanarnátt og komandi dagarnir koma nøkur framúr nøvn afturat. Røddin handan Jazzygold er navnframa Jasmin Mote, ið hevur eina einastandandi sangrødd og sjáldsom evnir til at rúnarbinda áhoyrararnir við sínum framførslum.
Síðan Jasmin Mote legði bólkin JASMIN í dvala og avdúkaði sítt nýggja artistnavn jazzygold í 2023, hava vit fingið 4 frálík stakløg: boring like me, dyed my hair red, lonely afterparties og day off og so hevur hon eisini fingið frálík ummæli á festivalum uttanlands. Hon hevur veri í Englandi, Íslandi, Norra (nakrar ferðir) og Hollandi, men nú er hon endiliga klár at koma heim at spæla nakrar konsertir og ein av teimum verur til mentanarnáttina í Tvøroyri í maj.
Hon hevur arbeitt við nýggjum tilfari í langa tíð, so her kunnu tit fáa ein smakk uppá hvat er í væntað í framtíðini. Kom til konsert og kava niður í kompleksa hugaheimin hjá eini kvinnu í tjúgunum, ið livir tað góða lívið. jazzygold er erlig, verulig og tað hoyrist bæði í tónleiki og rödd, og sæst í tekstum og visuals. Hetta er ein sjussur blandaður úr RnB kendum soulpoppi, framúrskarandi visuals og nógvum bling bling, erligheit og fangandi lögum.
Bólkurin Jazzygold verður at hoyra í miðbýnum á Tvøroyri fríggjadagin 31. mai – forsømið tykkum ikki, men komið framvið og upplivið spennandi bólkin, ið uttan iva hevur eina spennandi framtíð, ikki “einans” í Føroyum, men eisini uttanfyri landoddarnar!
Facebook viðmerkingar