Sum siður er, so var Grækarismessuhald í Vági, og varð hetta hildið í góðveðrinum sunnudagin. Byrjað varð við skrúðgongu, har skótaliðið Royndin leiddi fólkið inn á økið við minnisvarðan. Marita V. í Lágabø bjóðaði vælkomin og sungið varð í felag. Kirkjukórið Ljómur sang tveir sangir og Magnus Pauli West helt grækarismessurøðuna, røðan er her niðanfyri.
Grækarismessurøðan
10. mars 2024
Góðu vágbingar og vitjandi,
Í dag hátíðarhalda okur Grækarismessu í Vági, í meðan sólin fløvar okum eitt sindur. Men fyri einum árið síðani skuldi jeg havt staðið her og hildið mína fyrstu grækarismessurøðu. Men stórkavi kom og legði okra lítla samfelag hálvgum lamið, og grækarismessuhaldið og mín røða blivu av ongum.
Álmanakkin hjá okum sigur okum, at várið er komið! Tað kunna okur øll gleðast um. Nú vóna okur so, at veturin letur várinum sleppa framat. Hesin veturin hevur følt langur og til tíðir hevur hann verið buldrasligur – fyri nøkrum vikum síðani var kolandi stormur. Hesin stormur darvaði nógv okra lítla samfelag, eins og stórkavin gjørdi í 2023.
Okra veðurlag ávirkar okum sera nógv – bæði jaliga og neiliga. Keðiligu vetrardagarnar við vindi og regni ger okkurt við okum, sum fær okum at leingjast eftir teimum góðu døgunum. Og tá tað er longri ímillum hesar góðu vetrardagarnar, so fær tað okum at hugsa um, hvussu órættvíst tað er; at okur ikki hava lýggjari veðurlag og at okur áttu at fari suðureftir í heitari lond og løtt upp. Tá so betri dagarnir koma, so verður øll okra ørkymlan nullstilla og okur síggja hvussu gott tað er í Føroyum og okur koma til niðurstøðuna, at okur ikki kundu hugsa okum at liva nakra aðrastaðni enn júst her.
Fyri einum árið síðani, tá jeg skuldi staði her, var okra Marghøll blivin tikin av einum vetrarstormi. Einum stormi líknandi honum, sum var fyri fáum vikum síðani. Fyri einum árið síðani var mítt ynski, at okur máttu arbeiða fram ímóti, at Marghøllin bleiv endurreist. Tí hon hevur alstóran týdning fyri Vág og fyri Suðuroynna. Hon er til stóra frægd fyri ítróttin og fyri trivnaðin í Vági. Hon gevur ítróttinum fyrimunir, sum enn ikki eru aðrastaðni í Føroyum. Hon hevur viðvirka til, at okur hava eitt nýtt ítróttarfelag, nevniliga bogaskjótifelagið. Og hon gevur ítróttinum eitt stað, sum ikki er ávirkað av veðrinum. Og so hevur hon givið børnunum í Vági eitt innandura spælipláss, ið er sera kærkomið tá illfýsnu vetrardagarnar fáa okum at søkja innandura.
Og líka sum, at okur nú ganga ímóti ljósari tíðum, har veðrið gerst lýggjari, dagarnir gerast ljósari og trø, runnar og páskaliljurnar byrjað at spretta, somuleiðis kunna okur síggja fram til, at okra Marghøll eisini gongur ímóti ljósari tíðum. Tí um fáa vikur stendur hon aftur, líka stórsligin, sum hon gjørdi týsdagin hin 7. februar 2023.
———
Í dag er 10. mars. Okur hava blaða á eina nýggja síðu í álmanakkanum og longu nú eru 10 dagar gingnir av mars mánaðinum. Tað er eitt sindur ræðandi at hugsa, hvussu skjótt dagarnir ganga. Og áðrenn okur hava vent okum, so er summarið her og so eru jólini líka um hjørni. Tað er tí gleðiligt, at okur líka toga í hondbremsuna, geva okum tíð at samlast her og kunna hugsavnað okum um grækarismessuna.
Grækarismessan er uppkallað eftir Grækaris mikla páva, sum livdi síðst í 500 talinum og í byrjanini av 600 talinum. Allarhelst hevur hesin Grækaris mikli verið stórsligin í allar mátar, men tað er ikki hann okur hátíðarhalda í dag. Okur hátíðarhalda at tjaldri, okra tjóðfuglur, vitjar okra brimbardu klettar aftur. Hesin svart og hvítt litti fuglurin við langa reyða nevinum og serstaka látið er komin heim aftur.
Sprotin nevnir Grækarismessu, sum Tjaldursdag og hetta heitið haldi jeg er væl hóskandi til dagin. Tí tjaldrið, sjálvt um tað ikki er av størstu fuglunum her á landið, er eitt av stóru ímyndunum av okum, sum fólk, sum land, sum tjóð. Jeg haldi, at jeg kann siga, og hetta er óansæð politiska hugsjón; at tjaldrið er við til at gera okum til nakað serligt – eitt fólk ólíkt øllum hinum. Hetta er í sjálvum sæð vert bæði at hátíðarhalda og at dyrka hvønn tann einasta dag.
———
Tað er nakað heilt serligt, at okur kunnu standa her í Vági, ár eftir ári, og taka í móti tjaldrinum. Mær fortalt, so hevur tað verið siðvenja síðani síðst í 60’unum at hátíðarhalda Grækarismessu í Vági. Hettar er serligt, men kanska ikki so løgi. Tað verður tosað nógv um gestablídni her í Vági og at vágbingar eru serstakliga blíðir yvir fyri gestum.
Men eitt er at siga, at man er gestablíður. Eitt annað er at útinna gestablídni. Og her kann jeg skrivað undir uppá, at vágbingar hava gestablídni og í massavís. Jeg vildi forsvorið, at tað skuldi vera so nemt, at føla sjeg heima og so tilpass ímillum fremmand og longu frá fyrsta degi av.
Jeg og familjan fluttu heim úr Danmark í novembur í 2020 og til Vágs – heimbygdina hjá konu míni. Okur valdu Vág, tí jeg fekk arbeiðið her og jeg metti, at hetta passaði best til arbeiðið hjá mær. Verfamiljan býr eisini her og mín familja býr á Tvøroyri, so tað var ikki so øðiliga langt at koyra, skuldi jeg inn ímillum longst eitt sindur.
Tað var í hvør fall mín logikkur tá. Men jeg má siga, at okur hava merkt serstaka gestablídni her í Vági. Í grannalagnum blivu okur beinanvegin tikin við. Í oldboys kundi jeg avprøva míni bóltkynstur. Í ítróttafelagsskapum føla okur okum vælkomin, og jeg kann blíva við. Her er gott at búgva! Í botn og grund, har man vil við, har sleppur man við. Og jeg vil siga tað soleiðis; at man skal gera sær ómak her í Vági fyri ikki at gerast partur av lokalsamfelagnum.
Hetta við at opna sjeg upp, sum lokalsamfelag, og at rúma øllum, onkursvegna, er sera umráðandi, skal lív verða laga. Hetta er eisini ein fantastiskur eginleiki at hava hjá einum lokalsamfelagið – at kunna taka hvønn annan og tey nýggju undir armin og við til eitthvørt, er sera umráðandi, skula okur trívast og leggjast fleiri til her í Vági.
Hetta er nakað jeg, nógvir tilflytarar og vitjandi kunnu fegnast um og nakað sum okur í Vági framhaldandi skulu vera góð til.
So tá alt kemur til alt, so tað er ikki so løgi kortini, at okur øll standa her í Vági í dag og taka so væl ímóti tjaldrinum, sum nú aftur kemur heim. Okur vísa tjaldrinum nevniliga eyðkenda gestablídni her í Vági.
———
Jeg vil takka Skótaliðið Royndin fyri tykra hug og at tykur so trúliga savnað so nógv fólk til Grækarismessuhald. Takk til tykum øll, sum her eru komin. Og takk til øll fyri gestablídni yvirfyri mær og mínum.
Og við hesum vil jeg ynskja øllum eina góða grækarismessu, ein góðan tjaldursdag og eitt gott vár.
Magnus Pauli West
Facebook viðmerkingar