Starvsfólk til Ungdómshúsið í Vági

Vágs Kommuna leitar eftir einum starvsfólkið til Ungdómshúsið “Ungdómsbankjon” (stytt UDB), at starvast 25 tímar um vikuna.

Ungdómshúsið í Vági er opið týsdag, tórsdag, fríggjadag og leygardag (í líka vikum). Í Ungdómshúsið koma børn/ung frá 3 flokki upp til 18 ár. Tey hugna sær, hanga út, spæla spøl osv.

Starvsfólkið vit leita eftir skal verða búgvin, álítandi, skapandi, tolin og sjálvstøðug/-ur.

Vágs kommuna ynskir at tann sum settur verður, brennir fyri økinum, og soleiðis skapar tryggleika, virðing og umsorgan fyri tí einstaka, miðja eigur at verða eftir, at børn og ung sleppa at verða ein virkin partur av, at skapa eitt væl virkandi ungdómstilboð í Vágs kommunu.

Høvuðsuppgávur:

  • At verða til staðar tá ungdómshúsið er opið.
  • Hevur ábyrgdina av teimum ungu og hugnar um hjá teimum.
  • Skipar fyri tiltøkum í ungdómshúsinum.

Starvið verður sett skjótast til ber, ella eftir nærri avtalu.

Starvið verður lønt samsvarandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Skrivlig umsókn sama við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast Vágs Kommunu, Vágsvegur 30, FO-900 Vágur ella við at trýsta á her.

Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Eyðhild Mørk, leiðara, á telefon 239341 ella teldupost eydhild@vagur.fo.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vágs Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsóknarfreistin er týsdagin 2. apríl kl. 12:00.

Facebook viðmerkingar