Páll og Tórði vunnu 7. umfar og Henning og John 8. umfar í sjavs

7. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag varð spælt í Húsinum við Á 28. feb. og 8. umfar varð spælt 6. mars eisini í Húsinum við Á.

Úrslitið av umførunum var hetta:

7. umfar:
Nr. 1. Páll Lervig og Tórði Strøm, 4 stig hvør
Nr. 2. Eyðálv Bech og John Bech, 3 stig hvør
Nr. 3. Petur Gærdbo og Fredrik Ludvig, 2 stig hvør
Nr. 4. Eirik Poulsen og Kathrina Borgardal, 1 stig hvør.

8. umfar:
Nr. 1. Henning Djurhuus og John Jacobsen, 4 stig hvør
Nr. 2. Leivur Willumsen og Beinir Thomsen, 3 stig hvør
Nr. 3. Elna Poulsen og Tova Kjærbo, 2 stig hvør
Nr. 4. Sam Riplay og Thomar Hermanssen, 1 stig hvør

Næsta umfar í sjavskappingini verður í Húsinum við Á í Porkeri tórsdagin 14. februar og spælt verður kl. 18.30.

Útferð norður á Toftir leygardagin

Leygardagin 16. mars gera sjavsarar útferð norður á Toftir. Seinasta freist at tekna seg til túrin verður tórsdagin, tá sjavskappingin verður í Porkeri. Øll eru hjartaliga vælkomin við norður.

Facebook viðmerkingar