Løgmansskrivstovan: Løgmaður, Aksel V. Johannesen og ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, hava í dag undirritað semjuskjal millum Føroyar og Evropasamveldið um styrkt samstarv.
Les semjuskjalið her.
Styrkt samstarv
Bæði verandi og undanfarin landsstýri hava í fleiri á arbeitt við at styrkja samstarvið við ES. Seinastu drúgvu tíðina hava Føroyar og ES arbeitt við einum semjuskjali, sum er undirritað í dag. Endamálið hevur verið at fáa ein yvirskipaðan karm fyri samstarvinum millum Føroyar og ES og at menna viðurskiftini enn meira.
Í semjuskjalið verður lagdur á týdningin av verandi samstarvsøkjum á handils-, fiskivinnu- og granskingarøkinum, men karmurin letur eisini upp fyri at víðka samstarvið við ES á nýggjum økjum. Eitt nú í mun til grøna orkuskiftið, veðurlagsátøk og talgilding.
– Dagurin í dag skilmarkar eitt nýtt tíðarskeið í okkara samstarvi. Tað er eingin ivi um, at broytta heimsstøðan ger tað alsamt meiri neyðugt hjá okkum í Føroyum, at knýta okkum tættari at londunum, ið hava somu virði sum vit.
– Skjalið loysir ikki ítøkiligar avbjóðingar á handilsøkinum, men politiska semjan um at styrkja viðurskiftini er eitt týðandi stig fyri, at vit kunnu menna okkara samstarv við ES, ikki minst á handilsøkinum.
– Undirritanin er ikki endin á hesum arbeiðinum, men byrjanin uppá eitt nýtt samstarv millum Føroyar og ES, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Fyrsta vitjan í Føroyum
Undan undirritanini í morgun 14. mars var fundur í Tinganesi millum løgmann og ES-nevndarforkvinnuna, har eisini landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum luttók. Eftir fundin varð semjuskjalið undirritað og skipað varð fyri stuttum tíðindafundi við løgmanni og ES-nevndarforkvinnuni.
Seinnapartin kemur danski forsætisráðharrin til landið og luttekur í vitjanini restina av degnum saman við løgmanni og ES-nevndarforkvinnuni.
Facebook viðmerkingar