Sáttmáli undirskrivaður

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið: Semingsstovnurin handaði fyrrapartin í dag pørtunum semingsuppskot, sum partarnar tóku undir við.

Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina 1. oktober 2022 til 30. september 2025.

Lønarhækkingarnar eru hesar: o 1. oktober 2022 er hækkingin 3,8 % og 1. oktober 2023 er hækkingin 4,2 % og 1. oktober 2024 er hækkingin 4,75%.

Aðrar broytingar eru gjørdar í sáttmálanum – eitt nú eru dagføringar gjørdar í § 15 um barsil og í § 16 um eftirsitiløn.

Eisini er protokollat avtalað millum partarnar, sum hevur til endamáls at meta um starvsheitini í mun til innihaldið í starvinum og tey krøv, sum sett verða til førleikarnar.

Semingsuppskot og lønartalvur eru at finna á heimasíðu okkara www.kaf.fo

Facebook viðmerkingar