Sakaris á Mentanarnáttini

Næsta navnið á tónleikapallinum 31. mai er SAKARIS!

SAKARIS hevur verið ein støðugur veitari av góðum konsertupplivingum og framúr poppløgum, líka síðan debutplátuna í 2012.

Hann hevur altíð leverað, líkamikið um framførslan er á G! Pallinum, til eitt bingo í pensjonistafelagnum ella til ein trettan ára føðingardag. Í løtuni verður nýggjasta staklagið “Allarbesti” tráspælt í føroyskum útvarpi. Umframt hetta hevur hann eina rúgvu av peppandi hittum í skjáttuni, harímillum “Aalborg”, “Magical Bag of Fun” og so hin víðagitni (í Føroyum) “I Put On This Dress Only for You”, sum hevur ljómað í mangum føroyskum veitslum.

Tónleikurin hevur verið lýstur sum J-Pop hittir 80 ára glamm popp, við einum broddi av oyðandi norðurlendskari vantrúgv. Men peppað er tað so altíð. SAKARIS er heilt egin, ljóðið er serstakt, og melodiirnir ótrúliga fangandi.

SAKARIS hevur ikki spælt í Suðuroynni síðan hann rokkaði við Lama Sea á Prix Føroyar í 2005, so hann gleðir seg ómetaliga nógv at spæla til Tvøroyar Mentanarnátt undir egnum navnið fyri fyrstu ferð. Hann lovar dundrandi veitslu og svingandi dans.

Facebook viðmerkingar