Portalurin Øðravíkarmegin liðugur

Fyrri portalurin – tað er Øðrarvíkarmegin – til Fámjinstunnilin er nú liðugur.

Veggir og fundament er stoypt á staðnum, meðan hválvini eru gjørd úr elementum. Eisini líður væl við vegarbeiðinum til sjálvan tunnilsmunnan.

Tað eru 257 metrar eftir at spreingja, áðrenn ljós sæst í tunlinum Fámjinsmegin.

Facebook viðmerkingar