Smyril klárar tað ikki einsamallur!

Tað má koma eitt eyka skip inn á Suðuroyarleiðini, inn til klárt er at koyra suður. Einki annað er virðiligt hjá øllum teimum, sum liva og virka í oynni. Øllum sum enn halda stand í okkara fantastisku oyggj.

Okur eru góð við Smyril, livsæðrin hjá øllum, sum liva og virka í Suðuroynni.Smyril megnar tó ikki at røkja suðuroyarleiðina einsamallur.

Smyril er gamal og slitin við regluligum maskinbrekum og avlýsingum sum fylgju.

Páskaferian byrjaði við, at 50 bilar stóðu eftir á Krambatanga í morgun, og fraktin, sum skuldi við Norrønu í gjár, slapp ikki norður, tí Smyril hevði maskinbrek.

Kommunurnar í Suðuroynni hava harðliga heitt á landsstýrismannin um at fáa viðurskiftini í rættlag, og fleiir fleiri fundir hava verið. Men landsstýrismaðurin hevur hongt seg fastan í, at man kann “planleggja” seg burturúr maskinbreki.

Starvsfólkini umborð á Smyrli renna fyri lívinum fyri at veita framúr tænastu til ferðafólk, skunda farm í land og skunda annan umborð. Tað er blivið ógjørligt at halda ferðaætlanina.

Fraktskipið, sum hjálpti okum, bleiv sent aftur til Íslands, við teirri fylgju, at støðan stendur við og versnar. Tíverri.

Tað skal eitt eyka skip inn á Suðuroyarleiðina.

Tað er sjón fyri søgn, at landsstýrismaðurin enn ikki hevur megnað at loysa hendan ovurhondsstóra trupulleikan. Tað er komið somikið at mørkum, at onkur má fáa loyst størsta samferðslutrupuleikan samfelag okkara hevur í dag, um landsstýrismaðurin ikki megnar tað. Hann vil tó fáa fullan stuðul, at røkka endamálinum frá okkum.

Tað má koma eitt eyka skip inn á Suðuroyarleiðini, inn til klárt er at koyra suður. Einki annað er virðiligt hjá øllum teimum, sum liva og virka í oynni. Øllum sum enn halda stand í okkara fantastisku oyggj.

Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin

Facebook viðmerkingar