Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hitti í morgun kinesiska varahandilsmálaráðharran, Ling Ji. Fundurin var á kinesisku sendistovuni í Keypmannahavn.
Tá ið Høgni Hoydal vitjaði í Beijing í oktobur í fjør, hitti hann eisini Ling Ji. Tá varð avrátt, at farast skuldi undir at fyrireika neyðugu stigini til formligt samskifti um ein fríhandilssáttmála millum Føroyar og Kina. Fundurin fyrrapartin hevði til endamáls at tryggja framgongd í fyrireikingunum, og umrøða tættari búskaparligt samstarv millum londini.
Áhugi er á báðum síðum fyri at økja um samhandilin. Umframt fríari marknaðaratgongd fyri føroyskar fiskavørur í Kina, varð komið inn á tørvin á samstarvi um grøna orkuskiftið og møguleikarnar hjá veitingar- og tænastuvinnum á kinesiska marknaðinum.
Semja er um at halda fram við fyrireikandi ráðføringunum um ein fríhandilssáttmála millum Kina og Føroyar.
Facebook viðmerkingar