Tórsdagin 4. apríl kl. 19 verður nýggja yrkingasavnið eftir Nansý Sunadóttir:
“eg hvessi mær knívin,
eg komi heim”
lagt fram í Sirkus í Havn.
Á tiltakinum fer Nansý at lesa úr savninum, og Paula Gaard og Sanna Dahl koma at hava eitt prát við hana.
Tað eru Ungu Føroyar, ið geva savnið út.
Sirkus letur upp hetta kvøldið kl 18.00. Tað er ókeypis atgongd.
Facebook viðmerkingar