TB vann í dag ein tryggan 3-0 sigur á FC Hoyvík við Stórá. Málini hjá TB gjørdu Torkil Holm, Nikolei Johanesen og Olivur Thomsen. FC Hoyvík endaði annars dystin við 9 monnum, tí tveir leikarar fingu reytt kort seint í dystinum.
FC Suðuroy var leygardagin í Runavík, har NSÍ tók ímóti. Veðurlíkindini til fótbólt vóru sera vánalig við nógvum vindi og vátakava. Hóast hetta byrjaði dysturin, men blásti dómarin dystin av, tá nakrir minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Sum skilts verður nýggjur dystur spældur ímillum NSÍ og FC Suðuroy.
Facebook viðmerkingar