Í dag var norski trolarin Havtind á Vági eftir trollemmum frá Rock Trawldoors í Vági.
Tveir føroyingar eru við Havtind, annar teirra, Regin Brattaberg Absalonsen, er skipari. Regin er vágbingur, men hevur seinastu nógvu árini saman við familjuni búð í Båtsfjorden, sum er heilt norðalaga í Norra.
Her er Regin (vinstrumegin) avmyndaður saman við Tórálvur í Trøðini, havnameistara í Vági. Teir báðir eru barndómsvinir.
Facebook viðmerkingar