Krabbameinsfelagið kunningartiltak í Salt

Tað er nú leygardagin 13. apríl frá kl 13.00 -17.00, at Krabbameinsfelagið, saman við stuðulsfelagnum í Suðuroy, hevur eitt áhugavert, alment kunningartiltak í Cafe økinum í SALT.

Neyv skrá er niðanfyri, sum vísir, nær fleiri viðkomandi og upplýsandi framløgur, frá millum øðrum hjálparbólkum, verða um ymisk evnir.

Eisini luttekur m.a. Suðuroyar Apotek, Salong Fríðgerð (parykkar v.m.), Linda-Lekkur undirklæðir (protesir v.m.) og zoneterapeutur.

Til ber at koma og fara, júst tá tað passar tykkum millum kl. 13-17. Kaffi, te, vatn og okkurt undir tonnina verður at fáa. Grannakaffi-bússan er sjálvandi við í SALT.

Lív og Tróndur fara at hugna um, við góðum tónleiki. 

Tiltakið er ókeypis.

Stóra takk til tær kommunur og fyritøkur í Suðuroy, sum hava stuðlað tiltakinum.

Verið hjartaliga vælkomin!

Facebook viðmerkingar