Dansibandsfestivalurin í Vági nærkast og komandi vikurnar fara okur at greiða frá ymiskum pørtum av skránni.
Og eitt av spennandi og væl vitjaðu tiltøkunum á Dansibandsfestivalinum er STÓRA KALDA BORÐIÐ og SYNGIÐ VIÐ, sum verður fríggjakvøldið.
Maturin verður heilt framúr og borðstjóri verður Kári Poulsen, og lokalir tónleikarar,
við Hilmar í Lágabø á odda, spæla undir til felagssangin.
Stóra kalda borðið í Vágs Høll byrjar kl. 18 og er møguligt at eta fram til kl. 21.
Kostnaður fyri Stóra kalda borðið & Syngið við & fyri dansin fríggjakvøldið er tils. 400 kr.
Hesi tiltøkini eru íroknað vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin.
Facebook viðmerkingar