Skipað verður fyri grindaskeiði við undirvísing í brúki av mønustingara.
Tvey skeið verða hildin – eitt í Tórshavn og eitt í Suðuroy.
Í Tórshavn:
Skeiðið verður í Eysturskúlanum mikudagin 8. mai 2024 kl. 18.
Í Suðuroy:
Skeiðið verður í Miðnámsskúlanum í Grønudali fríggjadagin 10. mai 2024 kl. 18.
Skeiðið er ókeypis og ikki er neyðugt við tilmelding.
Sambært grindakunngerðini er grindaskeið og loyvisprógv kravt fyri at hava loyvi til at avlíva hval. Bert persónur, sum er 16 ár ella eldri, og sum hevur loyvisprógv fyri at hava luttikið á grindaskeiði, kann avlíva hval.
Á grindaskeiði fæst kunning um grindalóggávu, grindareiðskap, drápshátt, brúk av mønustingara og grindaknívi og staðfesting av deyðseyðkenni hjá hvali.
Fyri at luttaka í grindarakstri og grindadrápi, sum vanligt, krevst ikki grindaskeið.
Øll kunnu fara í grind, bæði í báti og á landi, sum vanligt hevur verið, uttan at hava grindaprógv.
Facebook viðmerkingar