Nýggja nevndin í Íverksetarahúsinum hevði sín fyrsta nevndarfund fríggjadagin 16. mars. Rannvá Troest er nývald forkvinna og David Im er somuleiðis nývaldur nevndarlimur, meðan Jan Ziskasen hevur sitið í nevndini síðan juni 2016.
Høvuðsvirksemið hjá Íverksetarahúsinum er at veita ókeypis íverksetararáðgeving og at skipa fyri tiltøkum, skeiðum og øðrum útbúgvingarligum virksemi kring landið. Harumframt hava nýggjar fyritøkur møguleika fyri at leiga høli í Íverksetarahúsinum, sum er eitt nýskapandi umhvørvi við íverksetum og lesandi.
Nýggja nevndin hevur m.a. sett sær fyri at gera enn meira við at eggja verandi og nýggjum íverksetum, soleiðis at teir áhaldandi finna loysnir og møguleikar at náa sínum málum.
Við støði í teimum ætlanum, sum undanfarna nevnd hevur lagt fyri komandi árið, er nevndin farin til verka við tí fyri eygað, at Íverksetarahúsið framvegis skal vera sjónligt og hava ein virknan og týðandi leiklut innan føroyska íverksetan.
Facebook viðmerkingar