Dagstovnaøkið stongir

Eikilund, Sóljan, frítíðarskúlin og Ungdomshúsið verða stongd. Orsøkin er, at fleiri reingerðarfólk eru farin í verkfall.

Kommunan hevur tikið avgerð um at stongja alt dagstovnaøkið, tí stovnarnir verða ikki reingjørdir. 

Soleiðis verður stongt:

  • Eikilund stongir týsmorgunin. 
  • Sóljan stongir týsmorgunin. 
  • Frítíðarskúlin stongir týsdagin. 
  • Ungdómshúsið hevur bert opið í kvøld afturat – tórskvøldið. Leggið til merkis. Tiltakið mánakvøldið, Warhammer 40.000, verður. Hetta er tiltak, ið privatpersónar fyriskipa og sum leiga húsið. 

Vágs Kommuma fylgir gongdini á verkfallinum og um undantøk verða givin. 

Facebook viðmerkingar