Georg Müller leiðari av Teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu

Tvøroyrar Kommuna hevur sett Georg Müller í starv sum leiðara av teknisku deild.

Georg Müller er útbúgvin elektrikari og maskinmeistari, umframt at hann er løgggildigur el-innleggjari. Georg er 38 ár gamal, og hevur 14 ára starvsroyndir, sum elektrikari, maskinmeistari og el-innleggjari, og hevur m.a starvast hjá Strandferðsluni og SEV. Seinasta ½ árið hevur Georg Müller starvast á Teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu sum málsviðgerði og tøkniligur ráðgevi innan drekkivatn, spillvatn, samt el- og tøkniliga útbúnaðin hjá kommununi.

Georg Müller er uppvaksin í Porkeri og býr í dag í Trongisvági saman við unnustuni Mariann Mikkjalsdóttir, og soni teirra Mikkjal.

Georg Müller byrjar í starvi 1. juni 2024.

Facebook viðmerkingar