Í gjár fingu vit á ein ikki sørt hátiðarligan máta at vita, at 3 landstýrisfólk hava skrivað undir eina trípartaavtalu um samstarv um umhvørviseftirlit við skipum. Sagt verður, at avtalan markar arbeiðsbýtið millum Vørn, Sjóvinnustýrið og Umhvørvisstovuna.
Er tað stórtíðindi, at tríggir almennir stovnar fara at samstarva um eitt øki?
Hvat hava hesir stovnar gjørt higartil?
Ditta teir sær nakað annað enn at samstarva?
SJálvandi skal man marka arbeiðsbýtið millum almennar stovnar. Tað so sjálvsagt, at tað er rættiliga ófrættakent hjá einum skattgjaldara at síggja, at man noyðist at gera trípartaavtalur, um nakað sum eigur at verða ein sjálvfylgja, og sum eigur at verða ornað innanveggja sum partur av dagliga rakstrinum av almenna geiranum.
Ein sjálvfylgiligheit, sum at tríggir almennir stovnar skulu samstarva um eitt øki, er eftir mínum tykki ikki nakað, ið skattgjaldarin skal forstýrast við í miðlunum.
At síggja eina mynd av trimum landstýrisfólkum úr somu samgongu við somu samgonguleiðslu undirskriva eina avtalu um at almennir stovnar skulu samstarva, er sum at síggja eina mynd av einum persóni, ið tekur í hondina á sær sjálvum fyri at avtala arbeiðsbýtið millum høgru og vinstru hond.
Eftir situr man sum skattgjaldari við spurninginum, um hetta merkir, at einki samstarv er millum allar teir almennu stovnarnar, ið ikki eru umfataðir av slíkum almannakunngjørdum avtalum millum landstýrisfólk.
Ben Arabo, Skattgjaldari
Facebook viðmerkingar