Trotið á bústøðum er ein fløskuhálsur, sum setir trýst á bústaðarprísirnar og kann tarna framhaldandi fólkavøkstri. Skal trotið tálmast, er neyðugt, at vit útvega munandi fleiri búeindir.
Seinastu 10 árini er fólkatalið í Føroyum vaksið við hægri ferð enn talið á búeindum. Hetta hevur sett bústaðarmarknaðin undir trýst, tí vit eru vorðin fleiri fólk fyri hvørja búeind. Hóast fólkavøksturin spakuliga tykist at hæsa av, stendur trýstið á bústaðarmarknaðin við, tí tað tekur tíð at byggja nýggjar búeindir.
Ein samanbering av íbúgvatølum frá Hagstovuni og íbindingartølum frá SEV vísir, at talið á íbúgvum vaks skjótari enn talið á búeindum á hvørjum ári frá 2014 til og við 2021.[1] Seinastu tvey árini er gongdin vend, og talið á búeindum veksur nú aftur lutfalsliga skjótari enn fólkatalið. Framvegis resta kortini á leið 1.050 búeindir í, skal talið á íbúgvum per búeind koma niður á sama støði sum í 2013.
Mynd 1. Tøl frá SEV og Hagstovuni
Lutfallið millum íbúgvar og búeindir í Føroyum er tað hægsta í Norðurlondum. Skuldi lutfallið verið tað sama sum í Íslandi, skuldu vit havt 1.300 búeindir afturat. Skuldi lutfallið verið á støði við Danmark og Norra, var neyðugt við ávikavist 6.500 og 5.500 búeindum afturat. Í Danmark og Norra, har íbúðir mynda ein stóran part av bústaðarhópinum, búgva lutfalsliga nógv fólk einsamøll, og hetta hálar íbúgvatalið per búeind niður, men í Íslandi líkist bústaðarmynstrið tí her heima.
Mynd 2. Tøl frá norðurlendsku hagstovunum
Vaksandi bústaðartrot í Eysturoynni
Hægsta íbúgvatalið per búeind í Føroyum finna vit í Eysturoynni. Meðan lutfallið er minkað í høvuðsstaðnum trý ár á rað, heldur lutfallið í Eysturoynni fram at vaksa. Tískil kann staðfestast, at útveganin av nýggjum búeindum ikki hevur staðið mát við fólkavøksturin í økinum.
Hóast Eysturoyggin hevur staðið fyri 31% av fólkavøkstrinum í Føroyum seinastu 10 árini, eru bara 17% av øllum nýggju búeindunum bygdar har. Til samanberingar hevur Tórshavn fingið 49% av fólkavøkstrinum og 61% av nýggju búeindunum.
Mynd 3. Tøl frá SEV og Hagstovuni
Broytta bústaðarmynstrið í høvuðsstaðnum, har íbúðir gerast ein alsamt størri partur av bústaðarhópinum, er ein høvuðsorsøk til, at talið á íbúgvum per búeind er lækkað. Seinastu árini eru bygdar millum 100 og 150 eigaraíbúðir um árið í høvuðsstaðnum. Í 2023 vóru 1.050 eigaraíbúðir í Tórshavn, svarandi til 13% av samlaða bústaðarhópinum.
Enn hevur íbúðarbygging ikki av álvara tikið dik á seg aðrastaðni kring landið. Í Eysturoynni umboða eigaraíbúðir bara 1% av bústaðarhópinum, meðan lutfallið í Norðoyggjum, har fleiri íbúðarverkætlanir eru framdar seinastu árini, er 3%.
Mynd 4. Tøl frá SEV og Hagstovuni
Trotið á bústøðum er ein fløskuhálsur, sum setir trýst á bústaðarprísirnar og kann tarna framhaldandi fólkavøkstri. Skal trotið tálmast, er neyðugt, at vit útvega fleiri íbúðir og raðhús. Samanborið við sethús eru hesar búeindir bíligar og skjótar at byggja, eins og tær ikki krevja nógv lendi.
Í Eysturoynni er neyðugt við 500 nýggjum búeindum, skal lutfallið millum íbúgvar og búeindir koma niður á sama støði sum í 2013. Í Tórshavn vanta 300 búeindir samanborið við 2013, í Norðoyggjum góðar 100 búeindir og í Vágum knappar 100 búeindir.
[1] Tað finnast ikki fullgóð hagtøl fyri bústaðarmarknaðin í Føroyum, men talið á SEV-íbindingum gevur eina góða ábending um, hvussu nógvar búeindir eru.
Facebook viðmerkingar