Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, á Havsbrún í Fuglafirði. Havsbrún er eitt av fýra stórum uppsjóvarvirkjum í landinum, og tað einasta, sum framleiðir fóður, mjøl og lýsi.
Odd Eliasen, stjóri, greiddi frá virkseminum á Havsbrún, og hvørjar ætlanirnar eru komandi árini, nú Havsbrún er farið undir eina stóra útbygging, sum fer at tvífalda framleiðsluorkuna. Hartvig Joensen og Rúni Weihe greiddu eisini frá rávøru-innkeypi og vørumenning á virkinum.
Ein partur av endamálinum við vitjanini var eisini at umrøða, hvussu móttøkan á landi kann skipast, nú kunngerðin um at landa alt lívfrøðiligt tilfar frá veiðu um bryggjukant í Føroyum verður lýst í næstum. Havsbrún er ein týðandi móttakari av innvølum og øðrum, og hevur eisini tikið ímóti innvølum frá bæði kryvjivirkinum á Toftum og á Eiði. Umboðini frá Havsbrún mettu, at tað er eisini væntandi, at nýggjar fyritøkur fara at síggja dagsins ljós, tá skipanin er sett fult í verk komandi 6-7 árini.
Facebook viðmerkingar