Námsfrøðingar og avloysarir til Dagstovnin Brosið í Hvalba
Søkt verður eftir
- Námsfrøðingum til barnagarðstovur á 30 – 40 tímar um vikuna og til frítíðarskúla 25-
27 tímar um vikuna. Størvini verða at byrjað 12.08.24 ella eftir nærri avtalu. - Námsfrøðiligum stuðli á 30 tímar um vikuna til barn í barnagarðstovu í
tíðarskeiðnum 12.08.24 til 11.07.25 - Stuðul á ca. 25 tímar um vikuna til barn í frítíðarskúlanum til skúlaárið
2024/2025. - Námsfrøðingi til vøggustovu á 30 tímar um vikuna, í eitt barsilsfarloyvistarv í
tíðarskeiðnum 01.09.24 til 01.02.26.
Námsfrøðingar, ið fáa prógv í summar, eru vælkomnir at søkja.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett tíðaravmarkað.
Eisini søkja vit eftir føstum avloysarum til feriu, sjúku oa.
Stovnurin
Brosið er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í august 2017.
Vit hava eina vøggustovu, tvær barnagarðstovur og frítíðarskúla.
Stovnurin er í einum náttúruríkum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll og fjøruna.
Vit hava sera góðar innan- og uttandura umstøður sum geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning.
Vit bjóða eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum. Vit hava góða normering og tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi. Vit seta tíð av til fyrireiking og eftirmeting av arbeiðinum.
Vit vænta av umsøkjarum at
• tú hevur ein jaligan hugburð og sær møguleikar heldur enn forðingar
• tú tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt
• tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
• tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
• tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag
• tú ynskir áhaldandi at menna teg fakliga
• tú kanst arbeiða við teimum námsfrøðiligu amboðum sum stovnurin brúkar
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Sambært barnaváttanarlógini §2, hevur Hvalbiar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara á tlf. 237580
Umsókn saman við prógvi, lívrensl og møguligum viðmælum, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 17.juni 2024 kl.12.00.
Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba
ella til hvalba@hvalba.fo
Facebook viðmerkingar