Vágs Skúli søkir eftir námfrøðingum / stuðlum

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2024:
 

·         Ein námsfrøðingur/stuðul í fast starv í Vágs Skúla – setanarbrot 0,8

·         Ein námsfrøðingur/stuðul í tíðaravmarkað starv í Vágs Skúla- setanarbrot 0,6

·         Ein námsfrøðingur/stuðul í tíðaravmarkað starv fyri námsfrøðing í barnburðarfarloyvi í sertilboð okkara –                        setanarbrot 0,85

·         Ein námsfrøðingur/stuðul í tíðaravmarkað starv í sertilboð okkara- setanarbrot 0,6

Førleikakrøv:

Námsfrøðingur ella royndir sum námsfrøðiligur stuðul.

Harafturat leggja vit dent á, at námsfrøðiligu stuðlarnir:

· vilja arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans

· duga at samstarva

· eru fyrikomandi

· sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum

· hava áræði til at taka ábyrgd

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru sáttmálasett og verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Størvini verða flokkað í 13, 15, 17, 19, 21 og 23. Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-9. Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir:
Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. juni  2024  kl. 12.00

Umsóknir skule sendast til:

Vágs Skúla
Vágsvegur 32
Fo-900 Vágur

ella á teldupost:  john.henrik.holm@skulin.fo

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja ella senda teldupost til:

John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf 239330 ; teldupostur: john.henrik.holm@skulin.fo  ella

Anitu Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 239334 ; telduspostur: anita.nysted@skulin.fo

Facebook viðmerkingar