Sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv á Suðuroyar ellis- og røktarheimið frá 1. juli 2024.
Talan er um starv á 28 tímar um vikuna svarandi til brøk 0,7, ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður mest í dagvakt, og annað hvørt vikuskifti.
Heilsurøktari í fast starv á Suðuroyar ellis- og røktarheimið frá 1. juli. 2024.
Talan er um starv á 32 tímar um vikuna svarandi til brøk 0,8, ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tó fyri tað mesta í dagvakt, og annað hvørt vikuskifti.
Heilsuhjálpara í fast starv á Suðuroyar ellis- og røktarheimið frá 1. juli 2024.
Talan er um starv á 32 tímar um vikuna svarandi til brøk 0,8, ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tó fyri tað mesta í dagvakt, og annað hvørt vikuskifti.
Ynskjandi førleikar til tann, ið settur verður:
- Drúgvar royndir á økinum
- Nærlagni í sínum arbeiði
- Sjálvbjargin í sínum arbeiði
- Góð samstarvsevnir bæði við búfólk, avvarðandi og starvsfelagar
Vit vænta at tú:
- Hevur royndir innan økið
- Hevur góð samstarvsevnir
- Hevur ynski um at læra frá tær
- Hevur telduførleika á brúkarastøði
Vit bjóða:
- Eitt arbeiðsumhvørvið við høgum fakligur førleikum
- Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú ert við til at mynda og menna tænastuna í økinum
- Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvið
- Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi
- Fakliga og persónliga menning
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfakfeløg.
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til:
Daimi Kjærbo úr Hørg, eindarleiðara á tlf. 793503.
Umsókn: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
Eiðisvegur 28
900 Vágur
ella til: bhs@bhs.fo
Umsóknarfreist: 18. juni 2024 kl. 12.00
Facebook viðmerkingar