Dansibandsfestivalurin: Eins og undanfarin ár, so hevur Dansibandsfestivalurin aftur í ár latið stuðul til feløg og átøk. Í kvøld varð hesin stuðul latin feløgunum og nøkur hava longu fingið stuðulin.
Hetta er ein týðandi partur av okkara grundarlagið – tað at kunna lata stuðul til feløg og átøk – og eru okur fegin um at tað í kvøld er latin stuðul til:
VB
FC Suðuroy
Susvim
Sjódypp
FabLab Vágur
Skótaliðið Royndin
Team Rynkeby
Ungdómsdeildin hjá FC Suðuroy
Eydnudeildin (VB).
Tilsamans 118.000 kr.
Hans Jacob Hjelm og Rebekka O. Kærbech lótu vegna Dansibandsfestivalin stuðulin. Umframt tey bæði, so eru Eyðbritt Krosslá, Sunrid Olsen og Dennis Holm í nevndini fyri Dansibandsfestivalin.
Okur takka við hesum fyri í ár og hoyrast innan stutta tíð um Dansibandsfestivalin í 2025 🙂
Facebook viðmerkingar