Fólkatalið vaks við 383 persónum seinasta árið, og 1. mai búðu 54.683 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,7%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði.
Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári. Samstundis var fólkavøksturin seinasta árið tann minsti síðan 2014.
Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá umleið 900 fólk løgdust afturat í einum 12-mánaðarskeiði. Síðan tá er fólkavøksturin minkaður spakuliga, og nú líkist hann nógv árliga vøkstrinum á sumri í 2014.
Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985.
Lesið eisini meira her.
Facebook viðmerkingar