Gomul mynd.
Ein fastur táttur um jóansøkuleitið er jóansøkubál og røða. Í ár flutti Magnus Pauli West fram røðu, sum er her.
Góðu vágbingar og jóansøkugestir.
Okur eru øll her, mitt í Vági, á longsta dag av árinum. Árið er nú hálvrunnið og summarið er her, í hvørt fall á pappírinum. Klokkan átta í morgun var ætlanin at halda bálið og røðuna vesturi við Trýkantin, men føroyska summarveðrið spældu okum eitt puss. Men við góðum fólkum, so bar skjótt til at broyta ætlanirnar og fáa til vega tað, sum skuldi til, fyri at gera eitt øðrvísi jóansøkubál her í miðbýnum.
Trýkanturin og dømi, sum jeg júst havi nevnt, eru bara tvey av so nógvum ímyndum og gerðum, sum vísa á sterka samanhaldið, sum er her. Hetta samanhald er heilt serligt, og jeg haldi, at okur eru priviligeraði her í Vági. Hetta er ikki nakað sum er allastaðnis, men jeg vil pástanda, at sovorðið samanhald er ein fortreyt, skal lív vera laga í einum nútíðarsamfelagi.
Okur hava hesi síðstu nógvu árini hoyrt um tilflyting til Føroyar og burðaravlop. Hesi ár eru okur blivin fleiri túsund fólk fleiri í Føroyum. Men fólkavøkstin hava okur ikki ordiliga uppliva á sama hátt í Vági og í Suðuroynni, sum í miðstaðarøkinum og í nógvu kommununum, har vegasamband er til Havnina.
Okur áttu at havt fingið ein størri part av kakuni, og okur kunnu spyrja okum sjálvi hví so er. Og nokk eru fleiri orsøkir til, at stóri fólkavøkaturin ikki røkkur suður til Vágs. Fleiri av hesum orsøkum kunna okur loysa her í Vági, meðan aðrar krevja, at okur í suðuroynni og okra fólkavaldu ganga í takt og loysa í felag. Tí her í Vági eru so nógvur møguleikar – tað hava okur víst fer eftir fer.
Óansæð, so haldi jeg, at tey sum eru flutt heimaftur til Føroya, hava gingið glipp av tí góða, sum okur hava í Vági, við at velja annan stað at seta búgv. Jeg geri tey ikki ring av, at tey valdu annan stað. Ferðasambandi er eitt, men nokk vita tey ikki, hvussu gott okur hava tað her og kanska er tað tað, sum okur skulu gera meira burturúr at fortelja.
Um okur øll leggja nógva orku í at fortelja, hvat gott er í Vági, og kanska spara uppá neiliga krútið á sosialu miðlunum, so kunna okur heilt vist dragað fleiri fólk til Vágs. Men jeg haldi, at tað er umráðandi, at okur seta nøsina í móti at fáa tey røttu fólkini til Vágs, heldur enn bara onkran og øll. Tí hetta hevur verið leisturin í Vági í alla tíð. Tað eru tey røttu – okur øll – sum í dag liva her og sum gera hendan stað til nakað heilt serligt.
Jeg vil tó siga her, at ein av fortreytunum fyri fólkatilflytingina er ein tunnil til oynna. Og tað er sera umráðandi, at dagur skjótt verður settur á, nær arbeiðið at gera tunnilin byrjar. Tí tá vita okur við vissu, at tunnilin verður okra. Tá hesin dagurin er ásettur, tá byrjar veruliga arbeiðið her í oynni at fyrireika okum til tunnilin og at fáa fleiri røtt fólk her til. Tí tað er okra arbeiðið, sum ger úrslitið um fleiri fólk flyta suður ella ikki. Tunnilin sjálvur ger ikki alleinaður arbeiðið. Her má stykkjast út, so fólk kunnu byggja sær hús. Og í gomlu, tómu húsunum má nýtt lív blást í og nýggj fólk mugu fáa møguleika at flyta í hesi. Okur skulu skapað nýggjar tænastir og tilboð, sum okur herbúgvandi og tilflytararnir ynskja. Og okur skulu byggja uppá samanhaldið og sjálvbodna arbeiði í Vági.
Í dag er jóansøkan í Vági byrjað. Í góð hundrað ár hava okur hátíðarhildu, fyrst ólavsøku, so jóansøku skiftvís í Vági og á Tvøroyri. Jóansøkan er bygd á sjálvboði arbeiði. Hetta sama sjálvbodna arbeiði er tað, sum hendir hvønn dag úti í ymsu felagsskapunum og sjálvboði arbeiði er fortreytin, skulu felagsskapirnir yvirliva og mennast. Okra felagsskapir hava lagt nógva orku í jóansøkuna, so at okur øll fáa fleiri góðar og hendingarríkar dagar.
Tað er so týdningarmikið, at sjálvboði arbeiði verður gjørt. Tað er tað, sum skal til, skula okur framhaldandi hava fjølbroytt frítíðartilboð – sum er nakað sum okur modernaðu borgarar seta sum treyt, tá okur seta búgv og fáa børn, men eisini skulu støðast. Og í Vági kunna okur spæla fótbólt og hondbólt. Okur kunnu venja bogaskjóting og svimja. Okur kunnu renna og ganga til skótar. Okur kunnu rógva og spæla flogbólt. Og okur kunna dyrkað nógv onnur áhugamál; alt frá borðspølum og kortspøl til sang. Og her er so nógv meira.
Sum jeg byrjaði við, okur eru priviligeraði í Vági. Okur hava eitt gott stað at liva í. Men okur skulu ikki taka samanhaldið og okra lokalsamfelag fyri givið. Tað skal pleygast og mennast, í takt við okra tørv. Hetta muga okur øll vera við til at gera. Ein og hvør av okum er viðvirkandi til, at hesin staður er tann sum hann er.
Jeg hopi, at okur øll fáa fleiri góðar jóansøkudagar her í Vági.
Takk fyri og góða jóansøku.
Facebook viðmerkingar