Midnáttarrøðan hjá Pál V. Joensen á jóansøku

Pál V. Joensen flutti fram midnáttarrøðuna á jóansøku 2024. Røðan er her.

Gott kvøld góðu vágbingar og jóansøkugestir.

Tað vóru einaferð tveir ungir makrelar, sum møttu einum eldri markeli, sum svam ímóti teimum – sikkurt einum sum hevði verið í enskum sjógvi. Tann eldri makrelurin nikkaði til teir yngru tá ið hann svam framvið og sigur:

“Góðan morgun dreingir, hvussu er vatnið í dag?”

Og so svam hann víðari. Teir yngru makrelirninr svumu eina løtu, inntil tað letur úr tí eina: Hvat heitasta er vatn?

Um tykur halda at eg fortelji henda fabilin tí eg meti meg vera tann eldra, gløgga makrelin, sum skal læra tykkum um lívið, so taka tykur feil.

Meiningin við hesari makrelsøguni er bara tað, at ofta er tað mest eyðsýnta í veruleikanum tað ringasta at fáa eyga á.

Onkur av tykkum sum lurtar leggur kanska merki til, at eg havi kopierað hesa byrjanina av røðuni frá einari aðrari kendari røðu. Til tykkum vil eg bara minna á, at sjálvt Bob Dylan er bilvin ákærdur fyri plagiat. So eg haldi sjálvur, at eg eri umskyldur.

Tá ið eg setti meg at skriva hesa røðuna, fann eg skjótt útav at eg ikki var nakar evnaríkur røðu-rithøvundur. Ikki eingong handan intensa filosofiska kenslan, eftir tað fjórðu ølina, kláraði at geva mær hugflogið at snikka saman tað poetisku prosaina, sum lýsir mína heimbygd.

So, sum ein og hvør pseudo-intellektuellur fýrur, so mátti eg skrava saman sitatir frá miklari monnum og kvinnum enn mær sjálvum. Men í minsta lagið brúkti eg ikki ChatGPT —- (Chat GPT bað meg skriva hatta).

Eg havi aldrin verið so nógv fyri at stilla meg frammanfyri eina fjøld og tala um mínar hugleiðingar. Frammanfyri eini fjøld trívist eg best hálvnakin – á veg í ein svimjihyl.

Hetta er faktist ikki fyrsti ferð at eg havi fingið bjóða møguleikan at halda røðu á Jóansøku. Fyrstu ferð lá okkurt í vegin og eg takkaði nei. Eg minnist gott hvussu skuffaður pabba var, tá ið eg takkaði nei. So nú tá ið eg fekk møguleikan aftur, so var tað við pabba í huga. Og tí takkaði eg ja til hendan møguleikan.

Eg mintist aftur á nakað sum pápi mín fortaldi mær. Hann segði, at áðrenn pápi hansara doyði, so bað hann ommu mína (Matildu-ommuna) lova sær at læra syninar at elska Vágs bygd. Teir dreingirnir vóru tá bert 7 og 9 ára gamlir.

Eg haldi, at Matilda-omman man hava klárað ta uppgávuna til UG. Tí Pabba og Hans elskaðu Vág og tað lívið, sum fyrigongur her. Og tað hava teir eisini lagt í meg, mínir beiggjar og míni syskinabørn og mong onnur.

Teir mistu pápa sín heilt ungir. Men felags fyri abban, pabba og meg (og uttan iva fleiri við okkum) er, at okur allir hava viljað verið góð og virðilig umboð fyri Vág.

Men aftur til makrelsøguna. Sjálvur føli eg meg sum ein av teimum ungu makrelunum, sum nústani hevur fingið eyguni upp fyri tí, sum umfavnar ein. Onkuntíð, so merkir man betri vatnið, tá ið man verður tikin upp úr tí.

Eg og familjan hava nú búð í Havn í yvir hálvtannað ár, og áðrenn tað hava okur búð í Keypmannahavn í 11 ár. Eg haldi, at eg hesi árini havi lært líka nógv um, hvat tað er at vera suðringur, sum tey árini eg búði í Suðuroynni.

Tað er partvíst kontrastin frá Suðroynni til restina av heiminum og partvíst er tað hvussu onnur uppfata okkum.

Tí hvat siga onnur egentliga um suðringar?

Suðringar eru ógvusligir, banna og klára at klandrast um alt frá kommunusamanleggingum til falotiskar skorsteinar, bara fyri at taka tvey fesk dømi.

Eitt nokkso kontroversielt svar, eg plagi at geva til slíkar viðmerkingar um suðuroynna, er at klandurin skapar uppá ein løgnan máta trivna her suðri. Klandur millum Vág og Tvøroyri er so mikið komiskur, at einasta rationali eg síggi, er at man í hvørjum sínum lagi fabrikerar ein fígginda. Endamálið er kanska at styrkja okkara samleika sum antin tvørafólk ella vágbingar.

Men tað er nú ikki so alvorligt sum tað ljóðar. Fyri mítt viðkomandi, til dømis, so eydnaðist tað mær at vinna kærleikan á Tvøroyri. Og tey eru nógv við mer, sum hava gjørt sama nummar. Tað man eisini merkja, at aftanfyri ósemjurnar goymir seg eitt gott og kerligt oyggjasamanhald.

Tað er eitt objektivt faktum, at suðringar eru stuttligari enn tey flestu. Nú eg snakki ikki um meg sjálvan, men aftur har merki eg tað við kontrastini. Fólk siga, “Hann er vágbingur, men hann sigur ikki so nógv”. Men aðrir suðringar, teir normalu, teir fylla rúmið við látri og tvatli, hygg bara eftir løgtinginum.

Men aftur til havt onnur halda um Suðringar. Eitt stuttligt fyribrigdi er tá ið havnafólk mistaka Tórshavn fyri ein stórbý og kalla suðringar fyri bygdasligir. Tað er rættiliga fitt, hvussu havnafólk kenna seg yvirment, og siga, “hatta er so bygdasligt” um alt uttanfyri metropolin.

Eitt hugvekjandi fakta er, at tá ið man roknar fólkatalið í heimninum so er tað við einari feilmargin 2%. Í 2024 er mett at verða yvir 8 milliardir fólk á klótini.

Við 2% feilmargin svarar tað til, at tað eru 160 milliónir fólk, sum antin kunnu vera til ella ikki vera til í heiminum í dag. Tað svarar til umleið fólkatalið í Týsklandi, Onglandi og Hollandi samanlagt. Lat hetta bótnfella seg. Ting eru rættiliga relativ.

Tað sum eg meini við tí er, at sannlíkindini at veksa upp í einum slíkum staði sum Føroyar er so minimalur, at okur kunnu ikki annað enn at vera unik. Tað ger tað enn meira komiskt, hvussu okur føroyingar kunnu differentiera okkum sjálvar. Tí, eg skal vera tann fyrsti at viðurkenna, at tað eru munur á føroyingum. Man følir seg sum suðring, líka mikið hvat.

Men okkurt týðir uppá, at universið straffar tey av okkum, sum búseta seg í Havn. Hugsa tær at hoyra dóttir tína siga: “Pabba, hvar eru skEgvarnir?”.

____________

Tá ið man fær møguleikan at tosa um sína heimbygd á einum so almennum palli sum hesum, so kann man ikki koma rundanum evnið, at tendensurin er, at fólk flyta frá bygd til bý. Eg eri sjálvur ein av teimum.

Sum ein annar vágbingur, sum hevur búð í Havn nógv longri enn eg, fortaldi mær einaferð, so er tað ein døpur ironi fyri heimbygdina, at hon er so góð at uppala fólk, ið hava dirvi at fara út í heim at gera stór ting, og ikki koma aftur til sín heimstað.

Eg nikkaði sannførdur og helt tað ljóðaði sum ein góð frágreiðing. Men eftir eina stund, so fór eg at hugsa at hatta er sikkurt sovorið man við tíðini fortelur sær sjálvum, fyri at sovna betri um náttina, sum fráfluttur suðringur.

_________

Eg vænti, at samleikin sum suðringur verður styrktur av at uppliva onnur lond og aðrar mentanir. Serliga tá ið man skal royna at greiða frá staðnum har man er uppvaksin.

Tí hvussu greiðir man frá fyri einum frá Tunesia, California ella Singapor, ella bara einum frá Løgstrup, hvar fyri stað suðuroyggin er.

Tað eru nokk tey flestu her sum hava roynt líknansi støður, har man roynir at greiða frá staðnum; har man ikki steingir hurðar á húsum ella bilum, har fólkatali er minnið enn manningin á einum Karibiskum ferðamannaskipi, har sum man nokk hevur mest kvadrarmetrav av svimjihyli per borgara í øllum heiminum og at størsta útflutingsvøran er landsstýrisfólk og ILA laksur.

Omaná allar hasar vanligu forklaringarnar, so haldi eg meg kunna siga, at eg havi eitt – lat okum siga – øðrvísi tilknýti til Vágs bygd.

Eitt tíðarskeið uppá eini 8 ár, føldist tað sum at eg ikki kundi koma til Vágs uttan eina móttøku, har eg bleiv heiðraður fyri okkurt svimjiúrslit.

Tað hendi so mikið ofta, at enn tann dag í dag, taki eg meg sjálvan at hugsa, tá ið eg koyri til Vágs og eg komi til Marknoyri, “hvar blívur hatta fýrverkið av?”.

Men líka mikið hvussu stór úrslit eg náddi, so var herðaklappið frá heimbygdini størri. Størsta dømi um tað stendur á Oyrunum.

____

Eydnaðist tað ommuni at læra synirnar at elska Vágs bygd. Ja, tað haldi eg í hvussu so er. Og ikki bara tað at teir elskaðu Vág, men at Vágur elskaði teir aftur.

Tí tá ið heimurin hjá einum koppar á, so stendur tíðin eina løtu í stað. Gernadis sjálvdrátturin steðgar á og man fer merkt vatnið rundan um seg.

Man merkir hvussu tíðin er náðisleys og at heimurin fer víðari sjálvt um man sjálvur ikki er til reiðar til tað. Arbeiðslpáss finna ein avloysara eina viku eftur at man er deyður, men familja, vinir og lokalsamfelag støðga á eina løtu og geva tær tíð og minnir.

Eftir at pabba fór til jarðar fyri 2,5 ári síðani, fekk eg nógv rørandi boð. Serliga frá øðrum, sum eisini høvdu mist foreldur ov tíðiliga. Eitt slíkt boð ljóðaði soleiðis:

Eitt sum er gleðiligt við at búgva ella vera frá bygd, er, at her liva søgurnar longri. Og um pápa tín eru nógvar góðar søgur! Tær vera í mong ár frameftur fortaldar fyri tær og børnunum, bæði frá vinum og kenningum hjá fitta pápa tínum.

Eg vil gjarna enda hesa røðu við einum ørindi, sum er týtt av einum vágbingi. Eitt ørindi, sum bæði er rørandi fyri meg, men samstundis eisini lýsir mínar kenslur um ikki at búgva í Vági longur.

So rótleyst er sinni títt, altíð á ferð

Tað tykist sum gloymir tú virðini her

Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond

Enn síggja tað vakra, sum er í nánd?

Eg hopi ikki nakar følir seg stoyttan av hesi røðuni, eg royndi at ikki brúka ov nógv fremmendaorð, ið man verður noyddur at guugla, men um so er, so kann viðkomandi gera sum er blivi so vanligt her suðri í seinastuni. So kann sakførarin hjá tær bara seta seg í samband við sakførarin hjá mær.

Gleðiliga Jóansøku øll somul!

Facebook viðmerkingar