10 ymiskar matvørur smáar 30% dýrari í Føroyum enn í Danmark

Nógv prát hevur seinastu tíðina verið um at matvørur í Føroyum eru blivnar so dýrar seinastu 1-2 árini.

Okur hava fingið tvey ung úr Suðuroynni, ein búsitandi í Suðuroynni og ein í Keypmannahavn, at fara til handils og keypa 10 ymiskar matvørur, sum tey sjálvi hava valt, og sum ikki skulu verða partur av tilboðunum hesa vikuna.

Niðanfyri er yvirlitið yvir tær 10 ymisku matvørurnar, sum eru keyptar í gjár 24. juni í Á handli í Vági og í Netto í Keypmannahavn.

MatvøraPrísur í FØPrísur í DKMunur (dýrari í FØ)Munur í %
Eitt heilt myrk grov rugbreyð
(fleiri flísar í DK enn í FØ)
42,0025,5016,5039,29%
2 pakkar / litrar av mjólk28,7022,006,7023,34%
1 pakka av Kærgården smør (200 gr)26,9523,953,0011,13%
10 egg29,9524,805,1517,20%
Klovborg ostur í flísum34,9534,950,000,00%
1 stórur bakki av livurpostei (500 gr)29,9529,950,000,00%
1 agurk14,958,006,9546,49%
4 súreplir15,809,006,8043,04%
1 vatnmelón49,9532,0017,9535,94%
1 bakki av jarðberum59,95
(500 g)
28,00 (500 g)*31,9553,29%
Tilsamans333,15238,1595,0028,51%
*Jarðbera prísurin er rættaður. 28 kr fyri 500 g. Fyrsti prísurin: 15 kr fyri 400 g. var tilboðsprísur.

Nakrar vørur kosta tað sama í Føroyum og í Danmark. Onkur vøra er eitt sindur dýrari, meðan fleiri vørur eru heilt væl dýrari í Føroyum enn í mun til í Danmark.

Tilsamans kosta vørurnar, sum eru keyptar í Vági 333,15 kr., meðan vørunar, sum eru keyptar í Keypmannahavn kostaðu 225,15 kr. Munurin er 108 kr. ella 32,42%.

Hevur flutningskostnaðurin týdning?

Í mun til vøruna í Keypmannahavn, so skal vøran í handlinum í Vági flytast úr Danmark til Føroyar. Og spurningurin er so, hvussu stóran týdning flutningskostnaðurin hevur?

Ein stór bingja við 33 plattum og umleið 13,5 tons av matvørum kostar úr Jyllandi til Føroyar 19.000 kr. og hartil 4.000 kr. til Suðuroyar, so tilsamans 24.000 kr., ella 1,77 kr. pr. kg.

Er bingjan t.d. full av Kærgården smør, sum viga 200 gr., so kostar hvør pakki í flutningskostnaði umleið 35 oyri. Neyvan er tað flutningskostnaðurin, sum ger stóra útslagið, tá stórur munur er á prísunum á vørum í Føroyum og í Danmark.

Facebook viðmerkingar