Leygardagin kl. 13 verður toppdystur í 1. deild, tá oddaliðið B36 kemur á vitjan á Eiðinum í Vági. Eftir 14. umfar eru TB og FC Suðuroy á 2. og 3. plássi við 24 stigum, 6 færri enn B36, sum er fremst í 1. deild.
TB skal á útivølli í Hoyvík spæla ímóti botnliðnum FC Hoyvík, sum í farnu viku vann 2-1 ímóti B71 á Sandi. TB fer at royna at halda fast í góðu gongdini, teir hava ikki tapt í 1. deild síðani 30. mars ímóti AB. Dysturin í Hoyvík byrjar kl. 15.
Facebook viðmerkingar