Roknskaparleiðari til Vágs Kommunu

Droymir tú um at stýra fíggjarligu avrikini í eini kommunu? Hevur tú ein brennandi áhuga fyri tølum og eitt nærlagt, analytisk tev? So hevur tú møguleikan at gerast okra nýggi roknskaparleiðari. Vágs Kommuna leita eftir einum ágrýtnum og framsøknum fólki, sum kann leiða okra fíggjardeild við innliti, neyvleika og innovativum loysnum. Starvið sum roknskaparleiðari er tíðaravmarkað fram til 1. septembur 2025 og væntað verður, at tú kanst byrja skjótast gjørligt.

Talan er um eitt sjálvstøðugt og fjøltáttað starv, har tú, sum roknskaparleiðari, kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við stovnar í kommununi og politiska myndugleikan. Sum roknskaparleiðari hevur tú ábyrgdina av fíggjardeildini, ið, umframt tjeg, telur tvey starvsfólk. Tú kemur at arbeiða tætt saman við leiðsluni, ið er borgarstjórin, býráðsskrivarin, tekniskileiðarin og trivnaðarleiðarin.

Um tú elskar at arbeiða við tølum og tú strembar eftir at optimera og menna fíggjarstýringsprosessir, so ert tú tann, okur leita eftir!

 Arbeiðsuppgávurnar eru m.a., at:

  • gera fíggjarætlan, mánaðarroknskap og ársroknskap.
  • umsita dagliga bókhaldið, roknskapararbeiðið og fyrifallandi skrivstovuuppgávur.
  • tryggja fíggjarliga raksturin í kommununi.
  • gera tilfar til politiska viðgerð.
  • gera tilfar, ið skal miðlast innan- og uttanhýsis.
  • ráðgeva kommunustýrinum í fíggjarligum spurningum.

Okur ynskja okum, at tú:

  • hevur viðkomandi miðal langa útbúgving og/ella royndir innan roknskap, bókhald og fíggjarstýring.
  • hevur góðar førleikar innan kunningartøkni og til amboð innan fíggjarstýring.
  • dugir væl at samskifta á føroyskum, bæði í skrift og talu.
  • tolir skiftandi arbeiðstrýst.
  • ert ágrýtin og arbeiðir miðvíst og málsøkið.
  • dugir væl við fólki og hevur evni og hegni at arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í toymi.

Roknskaparleiðarin arbeiðir við skipanum í Búskaparskipan Landsins og kommunuloysnini frá Formula, m.a. Microsoft Dynamics, Totalview, Løttløn, Jornalskipan 360, e-váttan og Power BI.

Setanarviðurskifti

  • Starvið sum roknskaparleiðari verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.
  • Bygnaðarliga er starvið skipað undir kommunuskrivaranum.
  • Starvsbyrjan er skjótast tilber, og starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni á Vágsvegi 30.
  • Starvið er tíðaravmarkað til 1. septembur 2025.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Petry H. Mortensen, býráðsskrivara, á telefon 733008 ella á telduposti petry@vagur.fo.

Skrivlig umsókn við prógvum og lívsrensli skulu sendast inn her. Freistin at søkja er 21. juli 2024.

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Facebook viðmerkingar