Í eeinum spennandi dysti á Eiðinum í dag ímillum FC Suðuroy og B36 vann FC Suðuroy 3-2 og var hetta eisini fyrsta tapið hjá B36.
Alexander Holm Kilgour gjørdi tað til 1-0 í 2. minutti. Men Aron Jacobsen javnaði fyri B36 tá 27 minuttir vóru farnir.
Í 72. minutti skoraði Fríði Holm til 2-1. 5 minuttir eftir hetta fekk Jimmy Abdul seinna gula kortið og varð vístur av vøllinum.
Í 81. minutti gjørdi Jákup Joensen tað til 3-1. Carl Mikkelsen minkaði løtu seinni um munin til 3-2.
Onki mál kom afturat og FC Suðuroy vann sostatt 3-2 ímóti B36, sum tapti sín fyrsta dyst í 1. deild í ár.
Facebook viðmerkingar