Seinasta umfar í 1. deild áðrenn summarfrítíðina

Mynd: Tvøroyrar Bóltfelag

Í dag, ónsdagin 3. juli, spæla suðuroyarliðini í 1. deild seinasta umfar áðrenn summarfrítíðina.

Við Stórá tekur TB ímóti Víkingi og er talan um ein dyst ímillum nr. 3 og nr. 4 á stigatalvuni. Víkingur er nr. 3 við 26 stigum, meðan TB er nr. 4 við 25 stigum. Dysturin við Stórá byrjar kl. 16.00.

Í Gundadali spælir FC Suðuroy ímóti HB. Eftir heimasigurin ímóti oddaliðnum úr B36 leygardagin, er FC Suðuroy nr. 2 í 1. deild við 27 stigum (3 færri enn B36 á 1. plássi). HB er á 9. plássi við 9 stigum. Dysturin í Gundadali byrjar kl. 18.30.

Dystirnar í 16. umfari eru hesir:

Støðan í 1. deild er hendan áðrenn 16. umfar

Facebook viðmerkingar