Ársins konsertbrak verður í SALT leygarkvøldið 13. juli 2024.
Lagt verður upp til eina av teimum heilt stóru konsertunum við einum av okkara egnu, plátuaktuellu Hamradun.
Hetta er konsertin, sum bæði vit og Hamradun hava glett okkum til leingi.
Og fyri at gera gott enn betri kemur ungi powerbólkurin Adrenaline úr Klaksvík at hita upp. Adrenaline tók fleiri av festivalunum í fjør við stormi við teirra orkumiklu framførslum og melodiska rokki.
Tá konsertin er liðug og fólk eru so uppi at koyra, at tey ikki vilja heim aftur, tekur kærleikskongurin Eyðun Nólsøe saman við sínum bólki yvir, og bjóðar fólki upp til dans.
Jógvan Rasmussen, Áarstovukokkur og Benjamin Gaasedal kórleiðari og barrvørður í Blábarr selja lekrar saftigar burgarar. Thorbjørn Poulsen er barrsjefur, so eingin skal ganga svangur ella tystur alla náttina.
Tónleikarnir fara á pall kl 21:00, dyrnar lata upp kl 20:00
Atgongumerki kunnu keypast á SALT.FO ella á Atgongumerki.fo.
SALT
Facebook viðmerkingar