Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur seinastu dagarnar verið á arbeiðsvitjan í Tokyo, Japan.
Vitjanin er ein liður í tilgongdini at menna sambondini millum Føroyar og Japan, harundir áhugan hjá Føroyum at fara undir eina fríhandilstilgongd við Japan. Stig hava áður verið tikin fyri at styrkja samstarvið millum Japan og Føroyar. Londini undirritaðu m.a. eitt semjuskjal í 2022, sum hevur til endamáls at skipa ein formligan karm fyri samstarvi á ymsum økjum, sum umframt handil fevnir um gransking, mentan og útbúgving, grøna orku, Arktis, talgilding o.a. Ein fundur hevur verið á embætisstigi síðani, meðan hetta er fyrstu ferð, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum vitjar Japan eftir, at semjuskjalið varð undirritað.
Fundur við uttanríkisráðharra og fiskimálaráðharra
Á arbeiðsvitjanini var landsstýrismaðurin á fundi við japanska varauttanríkisráðharran, Kyoto Tsuji, og varafiskimálaráðharran, Shouji Maitachi. Fundirnir tóku bæði støði í semjuskjalinum, og møguligt samstarv millum londini varð umrøtt á fleiri økjum. Spenta støðan í heiminum varð umrødd, eins og verju- og trygdarpolitikkur og átøk at steðga kríggi og tryggja frið.
Varauttanríkisráðharrin, Tsuji, var væl kunnaður um føroysk viðurskifti og vísti m.a. á spennandi samstarvsmøguleikar innan tøkni og grøna orkuskiftið. Landsstýrismaðurin vísti á ynskið hjá Føroyum um at styrkja um samstarvið við Japan á fleiri økjum, tó serliga týdningin av einum fríhandilssáttmála við Japan. Landsstýrismaðurin nýtti somuleiðis høvi at bjóða Tsuji til Føroya, sum hann takkaði fyri og legði afturat, at ein vitjan til Føroya longu lá í kortunum.
Á fundinum við varafiskimálaráðharran, Shouji Maitachi, varð inn- og útflutningur av fiskavørum millum londini umrøddur, umframt hvussu týdningarmikil fríhandil er í hesum samanhangi. Eisini varð stórur dentur lagdur á burðardygga umsiting av fiskatilfeingi og týdningin av vísindaliga og lívfrøðisgrundaða aling.
Mynd: Varafiskimálaráðharrin, Shouji Maitachi, og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum
Styrkt bondini við japanskar høgtstandandi politikarar
Harumframt hitti landsstýrismaðurin Taro Kono, ið er fyrrverandi uttanríkisráðharri og nú ráðharri innan talgilding, og tinglimin, Ito Tadahiko. Bæði Kono og Tadahiko hava verið í Føroyum áður. Meðan Taro Kono var uttanríkisráðharri, arbeiddi hann fyri, at Føroyar og Japan skulu skriva undir fríhandilssáttmála. Báðir hildu tað vera alneyðugt at seta gongd á hesa tilgongdina aftur og fáa hana framda í verki. Aðalstjórin í japanska uttanríkisráðnum beyð somuleiðis føroysku sendinevndini til miðmálafund, har aðalstjórin m.a. kunnaði um viðurskiftini millum Japan og Russland, eftir russisku innrásina í Ukraina.
Fyrilestur um Føroyar á altjóða hav- og friðarstovni
Landsstýrismaðurin varð somuleiðis boðin at halda ein fyrilestur um Føroyar á Ocean Policy Research Institute (OPRI), ið er ein altjóða granskingarstovnur undir Sasakawa Peace Foundation. Áðrenn fyrilesturin góvu forsetin í Sasakawa Peace Foundation og stjórin í OPRI, landsstýrismanninum innlit í arbeiðið hjá stovninum, sum eisini vístu stóran áhuga fyri føroyskum granskarum og føroyskari vitan innan havgransking. Stórur áhugi var fyri fyrilestrinum og góð uppmøting frá almenninginum, áhugapørtum og granskarum. Eftir fyrilesturin luttóku landsstýrismaðurin og Sigmundur Ísfeld, sendiharri í Beijing og síðuakkrediteraður til Japan, í einum pallborði og svaraðu spurningum frá lurtarunum.
Føroysk luttøka á World Expo í Osaka í 2025
Næsta ár verður heimsframsýningin, World Expo, nevnd Expo 25, hildin í Osaka. Japanar hildu tað vera eitt sera gott hugskot við føroyskari luttøku á EXPO25, sum eitt serstakt høvi at økja um japansku tilvitanina um Føroyar, m.a. við umboðum frá føroysku útflutningsvinnuni, umframt ferðavinnu og kreativum vinnum.
Hondbóltslandsliðið letur dyrnar upp
Meðan arbeiðsvitjanin hevur verið, spældi føroyska A-landsliðið í hondbólti hjá monnum sínar venjingardystir ímóti Japan eftir innbjóðing frá japanska hondbóltssambandinum. Hetta hevur skapt stóra virðing fyri Føroyum í Japan, og letur dyr upp fyri tættari og øktum samstarvi millum Føroyar og Japan á so nógvum økjum, bæði politiskt, mentanarliga og vinnuliga. Hetta varð tikið fram á øllum fundum, og Føroya Landsstýri sendir sína tøkk og stuðul til landsliðið og Hondbóltssambandið.
Facebook viðmerkingar