Leiðari til Musikkskúlan í Vági

Kundi tú hugsa tær at sett títt fingramerki á tónleikaumhvørvið í Vági og at verið við til at forma komandi ættarligi av tónlistaspírarnar? Hevur tú hug at standa á odda fyri Musikkskúlanum í Vàgi? Starvið sum leiðari fyri musikkskúlan í Vági er leyst at søkja.

Um Musikkskúlan í Vági

Musikkskúlin í Vági hevur sum endamál at ríka um tónleikavirksemi og sang í nærumhvørvinum, og at bjóða undirvísing á høgum stigi. Musikkskúlin er ein týðandi liður í at menna tónleikaevnini hjá einstaklingum og hjá bólkum, og geva hvørjum næmingi sær møguleika at uppliva og meta um tónleik.

Leiðarin fyri Musikkskúlan í Vági hevur tætt samstarv við lærarar, næmingar, heimini, fólkaskúlan, dagstovnaøki, tónleika- og sangbólkar og onnur, sum hava áhugað innan økið. Leiðarin hevur eisini ábyrgd av rekturtering av næmingum og sjónliggerðini av Musikkskúlanum.

Musikkskúlin í Vági er partur av føroysku musikkskúlaskipanini og er settur á stovn av og skipaður undir Vágs Kommunu.

Musikkskúlin heldur til í hølum í Vágs skúla.

Krav til umsøkjara

Leiðarin skal hava útbúgving frá musikkkonservatorii ella líknandi. Og okur væntað, at tú m.a.:

  • ert ein kveikjandi leiðari
  • ert førur fyri at ganga á odda, leggja til rættis og skipa fyri
  • hevur góð samstarvsevni

Tað kann verða ein fyrimunur at vera lærari í musikkskúlanum.

Setanartíðarskeið 1. august 2024 til 31. juli 2029.

Arbeiðstíðin er 5 tímar um vikuna svarandi til 1/4 tíð sambært sáttmálanum hjá Føroya Musikklærarafelag.

Umsóknarfreist

Skrivligar umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi sunnudagin 28. juli 2024 kl.12:00.

Umsóknir skulu sendast talgilt her.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at vita meira um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Magnus Paula West, trivnaðarleiðara, á telefon 23 93 92 ella teldupost magnus@vagur.fo.

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Facebook viðmerkingar