Nú tað í ár eru 100 ár liðin, síðani Sunneva Katrina Luid, vanliga nevnd Trina í Meiðlendi, andaðist, hava nøkur ættfólk tikið stig til at seta henni minnisstein uttan fyri savnið á Mýri.
Trina var heimadoktari, og kend fyri at lekja fólk. Hon ferðaðist um alla Suðuroynna, og mong komu eisini aðrastaðni frá at fáa hjálp frá Trinu.
Ein onnur grund til hetta stigið er eisini, at savna saman tilfar um hana og hennara kynstur soleiðis, at henda vitanin, sum er um at fara í gloymskuna, kann varðveitast.
Tiltakið verður leygardag tann 13. Juli klokkan 14:00 uttan fyri savnið á Mýri.
Aftaná avdúkingina av steininum bjóðar Hovs kommuna drekkamunn í skúlanum.
Stuðlað hava Lions Club Suðuroy og Hovs kommuna.
Facebook viðmerkingar