“Kai Roest fær við hesum gullnál ÍSFs fyri stuðul og áhuga føroyskari ítrótt at frama”, stendur í heiðurbrævinum, sum Kai fekk frá ÍSF farna leygardag.
Skúlagarðurin í Trongisvágs skúla líktist ikki sær sjálvum henda leygardagin. Har vóru borðtennisborð yvir tað heila! Gaman í eru borðtennisvenjingar har í heilum, og hesuferð var aftur rokan í fjøruni, tó nakað øðrvísi.
Nakrir garpar frá borðtennisfelagnum TBF høvdu leitað sær inn hagar at seta saman fimm spildurnýggj borðtennisborð, ið felagið júst hevði ognað sær. Meðan nakrir settu nýggju borðini saman, vóru aðrir í ferð við at umvæla gomlu borðini. Ímillum hesar garparnar gekk Kai og knossaðist. Ikki hevði hann nakra hóming av, at annað var á skránni í skúlagarðinum júst henda leygardagin.
Kai Roest og aðrar góðar kreftir í TBF seta nýggju borðini saman.
Ímeðan menn stríðast og strevast, koma tvær damur við súpan og køku. Enn hevur Kai onki varnast.
Brádliga tekur Vagnur – eitt annað kent andlit í TBF og BTSF (Borðtennissamband Føroya) – orðið, og fær samlað tey hjástøddu. Síðan vendi hann sær ímóti Kai, og so bleiv tað heila meira hátíðarligt.
Hann tók fram ein pappírslepa og bar fram hesi føgru orðini um Kai:
–
“Kai Roest heiðraður við gullnál og heiðursbrævið frá ÍSF.
Facebook viðmerkingar