Vælkomin til seinasta skotið í Fámjinstunlinum

Tórsdagin 18. juli verður seinasta skotið latið av í Fámjinstunlinum. Í hesum sambandi skipar Landsverk fyri almennari hátíðarløtu við tunnilsmunnan í Fámjin kl. 14.00.

Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari á Verkætlanardeildini hjá Landsverki, bjóðar vælkomin og síðani heldur Dennis Holm, landstýrismaður í Fiskivinnu- og samferðslumálum, røðu. Eftir hetta fara Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, og Sigtór A. Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, at siga nøkur orð. 

Eftir røðurnar fer Svend Joensen, elsti maður í Fámjin at trýsta á knøttin fyri at skjóta seinasta skotið. 
Aftaná bjóðar Landsverk til kaffi og køku í tjaldinum uttanfyri bygdarhúsið í Fámjin kl. 15.00 til 17.00. 
 
Tvøroyrar Hornorkestur spælir til hátíðarløtuna.

Vegurin millum Ørðavík og Fámjin verður stongdur millum kl. 14.00 og 15.00. Til ber ikki at parkera bilar framvið landsvegnum, tí verður heitt á fólk um at koyra oman til Fámjins, haðani bussar koyra fólk niðan til tunnilsmunnan frá kl. 13.15 og oman aftur í bygdina, eftir at skotið er.

Øll eru vælkomin.

Facebook viðmerkingar