SEV: Í Suðuroy var elframleiðslan 100% grøn í tilsamans 72 samdøgur, meðan elframleiðslan í meginøkinum lá omanfyri 80% grønt í tilsamans 44 samdøgur.
Framleiðslan í fyrru hálvu av 2024 hevur hilnast væl, og býtið er 58,2% varandi orka og 41,8% termisk orka fyri alt landið. Framgongd er bæði í vind- og vatnorkuframleiðsluni.
Hetta er triðja árið á rað, at framleiðslan úr varandi orkukeldum er økt, meðan framleiðslan úr termiskari orku er fallandi í fyrra hálvári.
Framleiðslan úr varandi orku var 135,7 GWt, sum er met fyri grøna orku í fyrra hálvári, meðan framleiðslan úr olju kom upp á 97,5 GWt.
Higartil mesta framleiðsla við olju í fyrra hálvári var í 2021, tá framleiðslan var heilar 121,2 GWt. Sostatt eru framleiddir góðir 24 GWt færri við termiskari orku higartil í ár, samanborið við 2021. Tað svarar til umleið 5000 tons ella nærum ein heilan tangabát av tungolju, sum eru spardir higartil í ár.
Tað er serliga vindorkan, sum hilnast væl, og heilir 73 GWt vóru framleiddir við vindi fyrra hálvár í mun til 58 GWt somu tíð í 2023.
Av teimum 73 GWt, sum vóru framleiddi við vindi, var býtið soleiðis:
- Vindrøkt/Effo á Gellingarkletti 35GWt
- Magn/Lív í Flatnahaga 19 GWt
- Røkt í Vestmanna 1GWt
- Vindfeløgini hjá Sev ávikavist Húsahagi 9 GWt, Porkeri 8 GWt, Neshagi 0,6 GWt
Eisini vatnorkan hevur roynst væl við 58,5 GWt sum er 12% meira enn fyrra hálvár í fjør við 52 GWt. Tað er Eiðisverkið, sum ger størsta munin við 30,5 GWt ella beint omanfyri helvtina av vatnorkuframleiðsluni.
Í meginøkinum var elframleiðslan yvir 80% grøn í tilsamans 44,5 samdøgur, og 100% grøn í eitt lítið samdøgur (0,91).
Suðuroy
Í Suðuroy hevur framleiðslan í fyrru hálvu verið 64% grøn og 36% termisk. Framleiðslan úr vindi setti aftur í ár met í Porkeri við 8,1 GWt í mun til 7,3 GWt í 2023.
Vatnorkuframleiðslan í Suðuroy er ikki virkin í løtuni, tí vatnorkuverkið í Botni verður dagført.
Elframleiðslan var 80% grøn í tilsamans 88.9 samdøgur, og 100% grøn í tilsamans 72.6 samdøgur.
Battaríini gera mun
“Battarískipanirnar í Suðuroy og í meginøkinum gera stóran mun, tá ræður um at gagnnýta vindorkuna”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev.
Har vit eitt nú í Suðuroy fyrr bert kundu roknað við at gagnnýta uml. 30% av møguligu vindorkuni, liggja vit nú á 73% í miðal.
Á myndini er dømi frá mánadegnum 3. juni, tá vindmegin var uml. 8-10 m/sek. Vindferðin var ikki støðug, og lutfalsliga stór sveiggj vóru í.
Myndin vísir, at so hvørt vindurin sveiggjar, tekur battarískipanin yvir upp á eitt splitsekund, og tryggjar frekvens og spenning, so húsarhald og vinna í Suðuroy einki merkja.
Myndin vísir greitt, hvussu óstøðug vindorkan kann vera, og hví tað er neyðugt at byggja battarískipanir, um framleiðast skal fyri tað mesta úr vindi. Í Suðuroy er støddin á battarískipanini tann sama sum støddin á vindmyllulundini.
Í meginøkinum hevði hetta merkt, at vit skuldu havt eina battarískipan á uml. 55 MW. Hetta verður tó bytt í stigum. Fyrsta stigið er battarískipanin á Sundi, sum longu hevur økt munandi um úrtøkuna úr vindinum. Næsta stigið er ein 25 MW battarískipan, sum verður bygd í Skálabotni, og ein 12 MW á Sandi.
Facebook viðmerkingar